Vælkomin til várið!
Við bókini ‘Plantur til matna’ læra vit um ymisk sløg av grønmeti, krydd og urtum, sum trívast í føroyska veðurlagnum.
Útgávan Plantur til matna er úrslit av eini verkætlan, ið Búnaðarstovan, í samstarvi við NÁM og Siggu Rasmussen, høvund, tók stig til á vári í 2022.
Høvundurin Sigga Rasmussen greiðir soleiðis frá útgávuni:
Henda bókin nevnd ‘Plantur til matna’ er ætlað sum frálærutilfar til at menna eina føroyska grønmetisframleiðslu, bæði vinnuliga og til heimabrúk.
Bókin er skipað sum ein sBók, sum er ein sjálvstøðug talgild útgáva, sum sameinir bók og internet, og til ber at skriva egnar viðmerkingar.
Innihaldið byggir á nýggjastu vitanina, hóast føroysk royndarúrslit enn eru fá.
Kunning um sBókina Plantur til matna
Les meira um ymsu sløgini við at halda músini yvir eina mynd. Tá ið tú trýstir á eina mynd, kemur tú til bókina.
Bókin er ókeypis, men tað er neyðugt at rita inn - ella stovna eitt hald, um tú ikki longu hevur gjørt tað.

Prentaða útgávan
Nú er Plantur til matna eisini komin sum prentað bók. Bókin er ein handbók til undirvísing, velting og grønmetisframleiðslu og snýr seg um grønmeti, krydd og urtir, sum trívast í føroyska veðurlagnum. Útgávan byggir á nýggjastu vitanina og er ætlað bæði til undirvísingarbrúk og heimabrúk. Talgilda sBókin er framvegis tøk, og við prentaðu útgávuni fæst eitt hent arbeiðsamboð aftrat.
Bókin fæst í øllum bókhandlunum og á Bókamiðsøluni fyri 349 krónur.













