Karl Bruckner (1906-1982)
Karl Bruckner var føddur og vaks upp í Wien í Eysturríki. Hann var útbúgvin mekanikari og ferðaðist víða um í heiminum.
Í 1946 fór hann undir at skriva. Hann skrivaði serliga fyri børn og ung og verður í Eysturríki mettur sum ein av týdningamestu høvundunum á sínum øki. Hansara hjartamál vóru friður, altjóða vinalag og sosialt rættvísi – hesi evni speglast aftur í hansara bókum. Hann vann sær stóra viðurkenning fyri síni ritverk og fekk nógvar virðislønir. Bókin um Sadako er útgivin í 122 londum og týdd til 22 ymisk mál.