Skip to main content

Gudmundur Bruun (1891-1956)

Hann varð borin í heim 18/8-1891 í Miðvági.

Av tí at foreldur hansara vóru prestafólk í Føroyum, fyrst í Jansagerði í Vágum 1889-93, síðan í Sandagerði í Tórshavn 1893-97, kom hann, hóast danskur av ætt, beinleiðis at hava Føroyar sum føðiland, og henda veruleika gloymdi hann ongantíð, hóast hann longu seks ára gamal flutti úr Føroyum, tá pápi hansara fekk prestastarv á Burgundarhólmi.

Fullkønur var Gudmundur í føroyskum máli og í mentan okkara, og trúgvur sum fáur virkaði hann millum føroyskar útisetar alla sína tíð. Hann tók studentsprógv í 1909 og var árið eftir millum teirra, ið settu á stovn hitt føroyska studentafelagið í Keypmannahavn.

Á sumri 1915 tók hann gudfrøðiligt embætisprógv; sama árið var hann settur í starv í Keypmannahavn; her var hann í tvey ár, virkaði so í fimm ár úti á bygd á Sælandi, til hann í 1923 flutti til Hesselager á Fjóni, har hann virkaði til deyðadags 3/12-1956 - seinastu 25 árini røkti hann próstaembæti.

Gudmundur var hin fyrsti, ið helt fullfíggjað føroyskt gudstænastuhald - hetta var í Keypmannahavn í 1915, meðan kjakið heima í Føroyum gekk harðligt, um føroyskt mál hóskaði innan kirkjugátt. Sama ár stovnaði hann saman við øðrum góðum fólki St. Ólavs føroyska kirkjulið í Keypmannahavn, og við sjáldsomum trúskapi helt hann tí uppi í meiri enn 40 ár. Gudmundur Bruun yrkti tjóðskapar-sangir, eitt nú »Norrøna mál«, men mest yrkti hann sálmar. Í 1929 kom sum serprent »Færøske Psalmer« og í 1939 »Vallaraljóð. Halgiljóð«. Í 1968 kom »Ljósið rann av kærleiks runni«, savn av lestrum, ið Axel Tórgarð týddi.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.