Skip to main content

Marianna Debes Dahl (1947-)

Marianna er fødd í Vestmanna í 1947 og vaks upp í Havn. Hon fór 12 ára gomul til Danmarkar at ganga í skúla. Í 1971 kom hon heim aftur og fór í læraraskúla, haðani hon tók læraraprógv. Hon starvaðist í mong ár sum lærari, men hevur seinni roynt seg í øðrum størvum eisini.

Marianna hevur verið virkin á mongum økjum, t.d. í Rithøvundafelag Føroya, Listafólkasambandinum (LISA), innan friðarrørsluna og í rørsluni ímóti rasuskilnaði (apartheid).

Hon hevur verið sera virkin høvundur innan mong tekstasløg. Hon hevur skrivað smábarna-og barnabøkur, bøkur fyri ung, stuttsøgur, skaldsøgur, ferðafrásagnir, leikir, hevur týtt og ummælt, skrivað, týtt og lagt til rættis nógvar ljóðmyndir, sum Kringvarpið hevur sent.

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hon er fødd í Vestmanna í 1947, vaks upp og gekk í barnaskúla í Havn, fór 12 ára gomul niður á kostskúla í Danmarkog tók realprógv í 1964. Skúlaárið 1964/ 65 var hon eftir AFS-skipanini í USA, kom so aftur til Danmarkar, tók studentsprógv í 1967 og las í tvey ár fagrar bókmentir við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Í 1971 fór hon á Føroya Læraraskúla, har hon tók prógv í 1975. Sama árið varð hon sett í starv við Venjingarskúlan í Havn. Av og á hevur hon havt fríloyvi úr hesum starvi, m.a. sum bygdalærari í Tjørnuvík 1978/79 og sum lærari á Føroya Fólkaháskúla 1981/82.

Í studentaárunum var hon virkin eitt nú sum skrivari í MFS og blaðstjóri á Oyggjaskeggja, og hon skrivaði søgur eitt nú í studentablaðið Fjølnir og í Gluggan.
 
Fyrst í sjeytiárunum skrivaði Mentunargrunnur Studentafelagsins í Keypmannahavn út barnabókakapping, sum Marianna vann við handritinum »Burtur á heiðk, ið kom á prenti í 1975. Fyri hesa bók fekk hon í 1978 barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs við hesi grundgeving:

»Marianna Debes Dahl lýsir í hesi bók á løttum og einfaldum máli børn á stórplássum í Føroyum. Hon sigur frá týdninginum av góðum vinarlagi og gevur eina góða mynd av tí, børn í dag takast við og hava áhuga fyri. Eisini greiðir hon hugtakandi frá tí, børn uppliva í teirri føroysku náttúruni«.

Seinni eru komnar tvær barnabøkur aftrat: »Dirdri«, 1979, og »Skilnaður«, 1981, sum báðar m.a. lýsa barnið, ið sær Føroyar í víðum sjónarringi, av tí at tað sjálvt býr ella hevur búð í fjarlagdum landi.

Viðvíkjandi unglingabókum hevur føroyski bókaheimurin verið illa staddur. Marianna er fyrsti høvundur, ið av álvara ger roynd at bøta um hetta brek. Higartil hevur hon skrivað tríggjar bøkur til ungfólk, »Millumleikur«, 1978, »Fløkjan«, 1978, og »Síðsta skúlaárið«, 1980. Høvuðsevnið í bókunum er drátturin millum smábygdina, býin og stórbýin. Ungfólk flyta av bygd til Havnar, haðani møguliga heilt suður til Keypmannahavnar, men í teimum bilgist longsulin heim til upprunan, men eisini, tá ið tey aftur eru heima, spurningurin: Var hetta alt, eg vildi?

Sami spurningur verður eisini havdur á lofti í søgusavninum »Lepar«, 1980, men her verður eisini skrivað um oyðslið og ovnýtsluna í føroyska samfelagnum í dag og um støðuna hjá ungu kvinnuni/ið bæði arbeiðir úti og hevur høvuðsábyrgdina av húsi og børnum.

Marianna var umboðandi Føroyar luttakari á friðargonguni Stockholm-Moskva-Minsk á sumri 1982, og um hesa ferð hevur hon skrivað frásøgnina »Latið altíð sólina skína«, 1982.

Í sambandi við at ST lýsti árið 1982 at vera halgað bardaganum móti apartheidstýrinum í Suður-Afriku, týddi hon fýra søgur; sum á heysti hetta árið komu út undir heitinum »Uppreisnin og aðrar søgur úr Suður Afriku«.

Marianna hevur, ofta sum nevndarlimur, dúgliga tikið lut í felagslívi; m.a. var hon formaður í Rithøvundafelag Føroya 1980-81.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).