Jens Davidson (1803-1878)
Hann var føddur í Suðuroy í 1803. Á heilt ungum árum tók Suðuroyar-sýslumaður, Óli Evensen, dreingin til sín og fekk sent hann norður til Havnar at fáa sær skúlaútbúgving. Um hesa tíðina, vita vit, búði hin lærdi Svabo í Pæsastovu, og sagt verður frá, at hjá honum lærdi Jens Davidson bæði at skriva, lesa og rokna.
Bara 14 ára gamal kom hann á amtskrivstovuna at arbeiða, og í hesum skrivarastarvi sat hann alt sítt lív — og álitismaður var hann við lít. Amtmenn skiftu ferð eftir ferð, men skrivarakallurin var hin sami, og hann dugdi væl at seta nýsettar embætismenn inn í arbeiðið. Jens Davidson doyði í 1878.
BÓKMENTAVERK:
Ikki hevur Jens Davidson skrivað nógv, sum hevur bókmentaligt virði. Vit hava sagt, at hann hjálpti Schrøteri við "Mattheus-týðingini", og í 1832 skrivar hann til Bíbliufelagið, sum gav »Mattheus« út, og sigur, at hann hevur týtt Markus evangeliið, sum hann byður felagnum til útgávu, men Bíbliufelagið sigur seg undan og vísir til, hvussu vánaliga móttøku umseting Schrøters fekk í 1823. Jens Davidson kemur harafturímóti at standa sum hin lívgandi andin, sum altíð var til reiðar at veita eina hjálpandi hond, og hann hevur tryggjað sær sess í bókmentasøgu okkara, tí at hann tók stig til at stovnseta Føroya Amts Bókasavn (nú Landsbókasavnið), sum varð sett á stovn í 1828.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.