Skip to main content

Lucas J. Debes (1623-1675)

Lucas Jacobsøn Debes var føddur í Stubbekøbing í Danmark í 1623. Hann tók studentsprógv frá skúla í Slagelse í 1647 og fór til Keypmannahavnar at lesa gudfrøði. Aftan á at hava lokið prógv gjørdist hann fyrst kapellanur í Tórshavn og frá 12. juli 1652 sóknarprestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Samstundis var hann rektari   við    Latínskúlan. 

Í 1667 gjørdist hann varapróstur og í 1670 próstur. Lucas Debes kom at virka í oyggjunum í tí harðrendu Gabelstíðini, tá embætismannavaldið trælkaði hin minni menta føroyingin. Tað er einki at taka seg aftur í, at Lucas prestur í mongum lutum kendi seg sum føroying, og í øllum viðurskiftum vardi hann hin minni menta. Rættartræturnar, hann alla Føroyatíð sína hevur við embætismenninar her í Føroyum, eru fullgott prógv um hetta.

Hann andaðist í Føroyum 28. sept. 1675.

"Færoæ & Færoa Reserata"
Bókin kom út í 1673, aftan á at Lucas Debes hevði verið eina ferð í Keypmannahavn; hon verður enn mett at vera eitt sera álítandi og dygdargott verk millum Føroya-frásagnir. Hon byrjar við, at høvundurin ognar teimum trimum dønunum Peter Reets, Peter Griffenfeld og Frideric von Gabel bókina. Helst ger hann hetta í eini roynd at leggja niður sjógv millum seg og danskar myndugleikar. Vit kunnu so hyggja at teim ymsu pørtunum: 1. kap: »Om Færøes Land udi sig self oc udi sine Omstændigheder. — a. Færøes land. b. Færøes vand. c. Færøes luft.« — 2. kap: »Om landets Fructbarhed«. 3. kap: »Om vandets Fructbarhed«. — 4. kap: »Om Færøes Bebyggelse oc Indbyggernis Bedrifter«. — 5. kap: »Om Indbyggernis Qvaliteter« — 6. kap: »Om Politien«. — 7. kap: »Om Religionen«. — 8. kap. »Om Spøgelser oc Satans Anfectelser udi Færøe«. Bókin man hava vakt miklan ans, tí longu í 1675 kemur hon í enskari týðing, og partar av henni verða týddir til íslendskt rættiliga tíðliga. Í 1757 kemur hon í týskari týðing. Í Føroyum kemur bókin sum framhaldstilfar í »Tingakrossi« 2. árg. 1902, Jákup Dahl gevur verkið út í 1903 og Einar Joensen í 1950. Til endans er at nevna útgávu frá 1963, sum danin Jørgen Rischel hevur staðið fyri. Hann gevur 1. útgávuna út stavrætt og skrivar rúgvismiklan og sera fródligan inngang um verkið.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.