Skip to main content

Jákup Dahl (1878-1944)

Jákup Dahl var borin í heim í Vági. 15 ára gamal fór hann til Havnar at ganga á Læraraskúla, og haðani tók hann prógv í 1896. Í 1897 fór hann til Danmarkar at lesa víðari, og í 1899 tók hann studentsprógv og í 1905 gudfrøðiligt embætisprógv.

Hann kom aftur til Føroya í 1908 og starvaðist sum lærari við real- og læraraskúlan, men mátti úr hesum starvi í 1912 orsaka av málspurninginum. Sama árið var hann tilnevndur sóknarprestur í Suðurstreymoy, og í 1918 var hann settur sum Føroya próstur. Tað starvið hevði hann, til hann andaðist.

Jákup Dahl var slóðbrótari á fleiri økjum. Á málsliga økinum er hann í serstøðu. Hann vildi, at kirkjumálið skuldi verða føroyskt, tí fór hann undir at týða ritualini og Nýggja testamentið, umframt so mangt annað, sum kundi brúkast innan kirkju- og skúlagátt. Jákup Dahl skrivaði fyrstu føroysku mállæruna til skúlabrúks. Hann týddi og yrkti ein hóp av sálmum. Eisini skrivaði hann lestrarbøkur, stuttsøgur og yrkingar

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Lívssøga:
Hann varð føddur í 1878 suðuri í Vági. Blaðungur — bert 15 ára gamal — fór hann í 1893 norður til Havnar á Læraraskúla, haðan hann tók prógv í 1896.

Væl mundi hann vera umtóktur á skúlanum, tí nýklaktur fekk hann bráðfeingis starv á Real- og Læraraskúlanum. Men hugurin stóð til framhaldsútbúgving; hann leitaði í 1897 til Danmarkar, tók studentsprógv í 1899 og tók sama ár upp gudfrøðislestur við lærda háskúlan í Keypmannahavn, haðan hann tók prógv í 1905.

Hann starvaðist sum háskúlalærari í Karise í Danmark 1907 — 08, kom so heim til Føroya til lærarastarv við real- og læraraskúlan.

Alt frá barnaárum var Jákup Dahl hugtikin av føroyskum máli, og sum hann kom til mans, gjørdist hann ein hin heitasti talsmaður tess. Danskt var um hetta mundið høvuðsmálið í skúlunum, og teir lærarar, ið dittaðu sær til at tosa føroyskt við føroysk skúlabørn, vórðu lagdir undir happið, klagaðir fyri myndugleikunum.

Jákup Dahl var ein teirra, ið noktaði at lýða harraboð í málspurninginum innan skúlagátt, og hann mátti í 1912 fara úr starvi.

Sama árið varð hann tilnevndur sóknarprestur fyri Suðurstreymoyar prestagjaldi, og í 1918 varð hann settur sum Føroya próstur, og hetta starvið røkti hann við sæti í Sandagerði alt til deyðadags — 1944.

Sum vera man røkti hann embætis síns vegna ótal av álitisstørvum, sum nevndarlimur, sum ráðgevi í ymsum nevndum. Ov drúgt verður at draga alt fram her, men vit nevna, at hann sum próstur var sjálvvaldur limur av Føroya løgtingi 1918 — 23.

Á málsliga økinum kemur navnið Jákup Dahl at standa sum eitt hitt størsta í nýggjari tíð. Orsøkina finna vit, um vit kanna bókmentavirki hansara.

Bókmentaverk:
Eitt hitt týdningarmesta, trúbót Luthers um 1540 hevði við sær, var, at móðurmálið í flestu londum gjørdist kirkjumál og loysti av hitt torskilda latínið.
Í flestu londum fekk móðurmálið eina blómandi tíð, bíbliutýðingar og sálmar vórðu fest á blað, og fólkið fegnaðist; í Føroyum var øðrvísi. Í staðin fyri móðurmálið fingu vit danskt til kirkjumál, prestarnir prædikaðu á donskum, sungnir vórðu danskir sálmar, og tá prestur ikki var, las føroyskur deknur danskan lestur.

Í fyrsta parti av »Bókmentasøguni« greiddu vit á s. 69 — 71 frá, at fyrsti føroyski bíbliuteksturin kom út prentaður í 1823, men hetta var bert eitt av evangeliunum — og alsamt í 1905, tá Jákup Dahl gjørdist gudfrøðingur, var eingin fullfíggjað bíbliutýðing á føroyskum, og sjálvt prestar føddir í Føroyum máttu eftir boðum myndugleikanna halda gudstænastu fyri landsmonnum sínum á donskum máli.

Jákup Dahl og aðrir samtíðar prestar, fyrst og fremst vinmaður hansara frá lestrartíðini A. C. Evensen vildu, at kirkjumálið skuldi gerast føroyskt, bæði prædikan, ritualini, bíbliulesturin og sálmarnir. So var at fara til verka. Jákup Dahl settist at týða. Teir ymsu partarnir av Nýggja testamenti komu út í smáum heftum frá umleið 1923 til 1936, og í 1937 kom Nýggja testamentið týtt úr frummálunum út í síni heild.

Longu 1918/19 hevði hann týtt ritualini, men politiskt stríð stóðst av týðingini, og ikki fyrr enn í 1929 vórðu tey prentað og ikki »autoriserað« fyrr enn 30. oktober 1930. Frá hesum degi kunnu vit siga, at stríðið fyri føroyskum kirkjumáli er vunnið, um ikki endað.

Jákup Dahl avrikaði hóp av øðrum á kirkjuliga økinum. Hann metti tað arbeiði, deknarnir gjørdu í Føroyum, ógvuliga høgt, og teimum til nýtslu gav hann út lestrabøkurnar »Í lýsing« 1934 og »Meðan hildið verður heilagt« 1948. Hann gav út »Altarbók« 1939, týddi Luthers lítlu katekismus (1922) og Balslevs Bíbliusøgur (1924) — hesar báðar seinastu til skúlabrúks.

Hann hevur eisini lagt úr hondum hóp av styttri lestrum og andakts-kendum smástubbum, soleiðis »Glott-ar« 1928, »Avegis« 1935, »Sólarris« 1941, »Krossstíggjur« 1942 og »Stavnhaldið« 1944. Harumframt yrkti og týddi hann hóp av sálmum; hann eigur í Sálmabók Føroya Fólks 17 upprunasálmar og millum 80 og 90 týðingar. Upp í andaliga virki hansara hoyrir eisini týðing av halgisøgum Selmu Lagerløfs og blaðstjórastarv á »Kristeligt Ungdomsblad« 1914—19 og á »Færøsk Kirketidende« 1925-44. Jákup Dahl var eisini skald, ið legði úr hondum bæði stuttsøgur og fitt av yrkingum. Tað nógva av prosatilfarinum er til skjals í savninum »Sólin og sóljan«, ið kom í 1948, og yrkingarnar finna vit fleiri í Songbók Føroya Fólks, kendastu teirra »Havið sang yvir mær vøgguljóð«, »Tjaldur ver vælkomið til okkum heim« og »Setið føtur í bekk« við tí fyri hendan arbeiðssama mann eyðkenda seinasta ørindi:

»Her skal innast várt verk,
eitt so munandi gott, so skal morgunsól roða
eftir ælfreku nátt. tí vit firnast ei stríð,
og vit geva ei grið; men vit halda bert fram,
tí vit tekkja eitt mið«. 

Til endans eigur ikki at verða gloymt, at Jákup Dahl alt frá ungum hevði stóran áhuga fyri føroyskum máli. Hann hevði lisið alt, ið komið var á prent á føroyskum, kendi kvæðamál væl og virðiliga og hevði góðan kunnleika um forna norrøna málið.

Blaðungur fór hann undir at skriva mállæru, og sigast má, at bókin »Føroysk mállæra til skúlabrúks« (1908) bæði er eitt slóðbrótandi verk og eisini dagin í dag — sjúti ár seinni — eitt verk, sum fleiri lærarar hava besta álit á.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Bókmentafólk í Keypmannahavn

Ríkt felagslív var millum føroyskar studentar í Keypmannahavn frá 1876 og nakað út í áttatiárini, men so dovnaði virkisfýsnið, og vit skulu upp til aldaskiftið 1900 fyri at finna nýggja roynd at fáa felagsskapin aftur á føtur.

Á vári 1901 komu teir seks føroysku studentarnir, ið lósu við lærda háskúlan í Keypmannahavn, saman at stovna studentafelag. Menninir vóru: A. C. Evensen, Jákup Dahl, Gullak Jacobsen, Elieser Olsen, Ernst Wesenberg Petersen og J. H. O. Djurhuus.

Felagið fekk navnið Grani.

Ikki er ilt at gita, hvat stovnararnir við hesum navni settu sær sum mál: Eins og Grani í Sjúrðarkvæðunum bar gullið av heiði, skuldi felagið við sama navni bera gull, í fluttari merking, mentanarfong heim til Føroya og føroyingar. Her vóru stórar ætlanir lagdar og mangar teirra seinni settar í verk av monnunum, ið myndaðu felagið.
 
Lív var í felagnum fram til 1905, tá fleiri av studentunum vóru lidnir við útbúgving sína og fóru heim aftur, meðan fáir studentar komu aftrat.
Studentafelagshugsanin var tó ikki slept, og í 1910 varð »Hitt føroyska studentafelagið« stovnsett, og tað er virkið enn í dag.