Skip to main content

Andreas Christian Evensen (1874-1917)

Hann varð borin í heim í 1874 á Viðareiði, har faðirin sat sum prestur. Í 1877 flutti faðirin til Hvalbiar, og har livdi drongurin barnadagar sínar, til faðirin aftur í 1885 flutti inn á Nes í Eysturoy — hann var tá vorðin Føroya próstur.

Andreas var latin til Havnar at ganga í skúla, og haðani gekk leiðin í 1890 til Sorø á lærdan skúla har, og her tók hann studentsprógv í 1894. Alt fyri eitt fór hann undir gudfrøðis -lestur, og hann tók gudfrøðisprógv í 1901. Árið eftir tók hann við starvinum sum sóknarprestur í Sandoy. Í 1917 var hann á vári útnevndur til Føroya próst, men longu tá var hann illa sjúkur, og á heysti 
hetta sama árið andaðist hann, 43 ára gamal.

Bókmentaverk:
Síðsta skúlaár A. C. Evensen í Havnar skúla var 1889, árið Føringafelagi Føroyum var stovnsett. Hesin skúlaungdómurin tók fult og fast undir við stevnu felagsins og fór sjálvur við ídni at samla føroysk orð, sum hann ætlaði at skipa í orðabók.

Tá Andreas í 1894 kom úr Sorø til Keypmannahavnar, leikaði stríðið hart í um rættskrivingarspurningin. Sjálvur fór hann í part við Hammershaimbsmonnum, og fyrsta bókin, hann hevur ábyrgdina av, »Smásangir og sálmar« 1899, verður prentað við nevndu rættskriving.

Sama árið, sum hann tók við prestastarvinum á Sandi, fór hann undir at geva út tíðarrit, ið hann skírdi »Búreisingur«. Í einum skjaldarmerki í fyrsta nummarinum sigur hann frá ætlan síni og stavnhaldi:

»Tá ið ókunnugmaður kemur til bygdar, fer fólkið at fregnast eftir, hvør hann man vera. Kemur hann við náðum ella ónáðum, við góðum ella illum, hvørji eru ørindi hans, hvat merki ber hann á skildri sínum?

Er her strax at siga: friðarmaður er, ungur fríggjari, komin at biðja fólk hjálpa sær at reisa búgv. Búgvið, eg við hesum nýggja føroyska blaði hevði ætlað at reisa, var eitt prýðiligt og sámiligt heim fyri Føroya tungu, eini hús hvar Føringar kundu kenna seg heima og í góðum vinarlagi siga frá øllum at hjarta og huga dró, til stuttleika og gagn bæði fyri teir, sum skriva og lesa«.

Tað var eitt bragd í teirri tíðini at megna at skapa eitt so dygdargott tíðarrit, sum »Búreisingur« var. Her fanst    tú    greinir    um    skaldskap, skúlaskap, tøkni, stuttsøgur og yrkingar. Men sum so ofta fyrr, undirtøkan var ov lítil, so fíggjarliga byrðan gjørdist ov tung, og stuðulin, honum var lovaður frá skrivandi monnum, munaði alt minni og minni. Aftan á tann eina árgangin 1902 — seks bløð tilsamans — gav útgevarin frá sær við hesum lítilætnu orðum: »Yvir »Búreising«s børu er lítið gott at siga. Blaðsins høvuðsdygd finni eg í tí, at tað hevur skapað ein hóp av góðum og løttum føroyskum orðum. Síðan má eg biðja lesararnar fyrigeva mær, at teir ikki í »Búreisingi« hava fingið so góðan lestur, sum eg kanska hevði lovað teimum«.

Eitt av endamálum Føringafelags í Føroyum var sum áður nevnt at fáa føroyskt sum lærugrein í føroyska skúlanum. Men áðrenn hetta kundi setast í verk máttu lesibøkurnar evnast til.

A. C. Evensen var her maðurin, ið breyt upp um armar og gjørdi stóra arbeiðið. Í 1906 kom »Føroysk lesibók fyri eldri børn«, í 1907 komu »Stavingarbók« og »Lesibók fyri yngri børn« og í 1911 »Lesibók« (fyri læraraskúlan). Lesibókin fyri yngri børn — eisini kallað »Harubókin« — hevur verið í nýtslu heilt upp at okkara døgum, og lesibókin fyri læraraskúlan er uttan iva hin dygdarbesta lærubókin, ið tilevnað er til føroyska skúlan.

Virkisøki A. C. Evensens var rúmari enn: Hann fór undir at geva út føroyska orðabók. Í tíðarskeiðnum 1905 — 08 komu út 10 hefti, ið fevndu um orð frá A til »forfumma« í 1908 kom týðing hansara av Jóhannesar evangelium og í árunum 1908 — 14 kom í trimum heftum »Savn til Føroyinga søgu í 16. øld«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Bókmentafólk í Keypmannahavn

Ríkt felagslív var millum føroyskar studentar í Keypmannahavn frá 1876 og nakað út í áttatiárini, men so dovnaði virkisfýsnið, og vit skulu upp til aldaskiftið 1900 fyri at finna nýggja roynd at fáa felagsskapin aftur á føtur.

Á vári 1901 komu teir seks føroysku studentarnir, ið lósu við lærda háskúlan í Keypmannahavn, saman at stovna studentafelag. Menninir vóru: A. C. Evensen, Jákup Dahl, Gullak Jacobsen, Elieser Olsen, Ernst Wesenberg Petersen og J. H. O. Djurhuus.

Felagið fekk navnið Grani.

Ikki er ilt at gita, hvat stovnararnir við hesum navni settu sær sum mál: Eins og Grani í Sjúrðarkvæðunum bar gullið av heiði, skuldi felagið við sama navni bera gull, í fluttari merking, mentanarfong heim til Føroya og føroyingar. Her vóru stórar ætlanir lagdar og mangar teirra seinni settar í verk av monnunum, ið myndaðu felagið.
 
Lív var í felagnum fram til 1905, tá fleiri av studentunum vóru lidnir við útbúgving sína og fóru heim aftur, meðan fáir studentar komu aftrat.
Studentafelagshugsanin var tó ikki slept, og í 1910 varð »Hitt føroyska studentafelagið« stovnsett, og tað er virkið enn í dag.