Skip to main content

Nyholm Debes (1882-1952)

Varð føddur í 1882 í Havn. Sekstan ára gamal fór hann í 1898 yvir til Bergen í rørleggjaralæru, og tá hann í 1904 kom heim aftur til Havnar, bar hann við sær minnið um felagsskap og samanhald millum ungdóm í Noregi.

Hann var ivaleyst hin fyrsti, ið bar upp á mál at stovnseta Havnar Ungmannafelag. Nyholm Debess var samfelagsáhugaður maður, sum drúgt áramál røkti politiskt starv bæði sum býráðslimur í Havn og sum løgtingsmaður umboðandi Sjálvstýrisflokkin.

Hann var eisini yrkjari og týðari. Úr nýnorskum týddi hann sjónleik eftir Torvald Tu, ið á føroyskum kom at eita »Vinalig hjún«, og í 1934 kom út einasta yrkingasavn hansara »Yrkingar og týðingar«.

Nyholm Debess doyði í 1952.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Havnar Ungmannafelag

Í november mánaði í 1906 komu fólk saman í »Sloans sali« við Tinghúsvegin í Tórshavn at stovna ungmannafelag.

Maðurin, ið hugskotið átti, var Nyholm Debess, ið eitt skifti hevði verið í Noregi, var heimafturkomin í 1904 og bar minnini um ungmannafelagsrørsluna har eysturi við sær aftur til Føroya. Aðrir innbjóðarar vóru Petur Alberg, seinni kendur sum tónaskald, og Mads Andrias Winther, ið brátt gjørdist høvuðsmaður felagsins.

Hvørt mikukvøld kl. 9 helt felagið fund. Fyrst varð sungið, og síðan varð lisið úr handskrivaða felagsblaðnum, sum limirnir skiftust um at stjórna. Aftaná var oftast kjak.

Av og á vórðu fyrilestrar hildnir á limafundum.

Beint fyri jól 1907 kom Hans A. Djurhuus heim úr Danmark og gjørdist brátt ein av høvuðsstuðlum Havnar Ungmannafelags.

Baldursbrá

Felagsblaðið nevndist »Baldursbrá«. Fyrsta nummar av blaðnum varð lisið upp 5. desember 1906, hitt seinasta 27. mars 1912.

Tilsamans vórðu skrivað 104 bløð, sum fyltu upp í 6 fundarbøkur, úti við 2000 blaðsíður í A4 stødd. Fyrsta bókin (16 tey fyrstu bløðini) er tíverri ikki til; hinar fimm verða varðveittar á Landsbókasavninum í Havn.