Lívssøga:
Hann varð føddur í 1871 suðuri á Sandi, og í skúlanum har fekk hann fyrsta barnalærdóm sín. Níggju ára gamal varð hann í 1881 sendur til Havnar at ganga í realskúla, men alla sína skúlatíð stundaði hann suður aftur til heimbygdina.
Tá hann hevði gingið til og var fermdur, var hann í tvey ár skrivstovudrongur sorinskrivarans, men fór so suður aftur til Sands og tókst við fyrifallandi arbeiði.
Næstrafólk hansara vóru skúlahugað og hámentað fólk, fleiri teirra høvdu verið skúlaskeið á donskum háskúlum. Nú stuðlaðu tey honum at leita sær kunnleika og at víðka sær sjónarringin við at fara á danskan háskúla. Á heysti 1890 fór hann niður á Vallekilde.
Heimafturkomin var hann fyrst eitt skifti í heimbygdini, flutti so aftur til Havnar, har hann gjørdist skrivstovumaður á sorinskrivaraskrivstovuni.
Hetta var mitt í sprettandi tjóðskapartíðini, og Mads var ikki seinur at leggja uppí.
Annan hvítusunnudag 1894 skipaði hann saman við skopuninginum Jóhan Hendrik Poulsen fyri fyrsta fólkafundinum í Føroyum. Hann varð hildin undir Traðarhamri á Sandi við gudstænastu, røðum og sangi. Umframt innbjóðararnar røddu R. C. Effersøe, Jóannes Patursson og Just Jacobsen.
Frá 1899 til 1916 sat M. A. Winther sum skrivarafulltrúi, og hesi árini luttók hann dúgliga í politiskum eins væl og øðrum felagslívi.
Í 1903 var hann við til at stovna veljarafelagið »Føroya framburðsfelag«, sum fekk stóran leiklut í politiska stríðnum, sum tók seg upp fyrst í øldini. Mads varð valdur á ting í 1905 og í Tórshavnar býráð í 1908, Hann var við til at íbirta Havnar bóltfelag 1904 og var sum longu nevnt ein av høvuðsmonnunum í Havnar Ungmannafelag, ið varð stovnsett í 1906.
Í 1916 fekk Mads Andrias Winther sýslumansembætið í Sandoynni og flutti suður til føðibygd sína at búgva. Her búði hann til deyðadags í 1923.
Bókmetaverk:
Tað mesta av tí, M. A. Winther skrivaði, varð skapað í sambandi við Havnar Ungmannafelag og blaðið »Baldursbrá«, og tað varð til á sín serliga hátt. Teir vinmenninir, ið íbirtu felagið, komu javnan saman til prát og kjak, og av og á vórðu søgur skrivaðar. Tær vórðu til á tann hátt, at Mads Andrias segði søguna, meðan Petur Alberg skrivaði niður frásøgn hansara. Av hesum er stílurin merktur.
Eftir innihaldi ber til at býta prosaskaldskap Mads Andriasar upp í tríggjar bólkar.
Hin fyrsti fevnir um prosastubbar í háfloygdum stíli, har skaldið eldhugað ber føðilandinum kvøðu. Ein teirra endar soleiðis:
»Latið okkum av røttum virða og elska okkara land og fólk; latið okkum unna teimum tað besta! Leggja lív til, um nýtist.
Gud signi mítt føðiland, Føroyar!«
Annar bólkur eru søgubrotini, ið skaldið sjálvt sigur vera brot úr ætlaðari longri søgu. Vit kunnu nevna: »Brandur«, »Meðan teir tingaðu um aldursstyrk«, »Hevnd mín røkkur í triðja og fjórða lið« og »Tróndur prestur«, sum sipar til táverandi Sandoyarprest, A. C. Evensen, og stríð hans at fáa loyvi at nýta føroyskt mál í kirkjunum.
Triði bólkurin eru tær meira heilskapaðu stuttsøgurnar.
Tær eru eisini av ymsum slag, søgur, ið bygdar eru á munnligar frásagnir úr heimbygdini, t.d. »Eitt heppið bragd« og »Tá Óli róði deyðaróður sín«, skemtisøgur sum t.d. »Tá ið Mikkjal bleiv konfirmeraður« og skúlasøgurnar úr K., og søgur, har nortið verður við sosialar skeivleikar í samfelagnum.
M. A. Winther er ein hin fyrsti føroyingur, sum alment ber fram partar av sosialistisku hugsjónini. Hann visti um vekingina, ið farin var fram innan arbeiðandi fjøldina seinastu árini av 19. øld, og hann var hugtikin av hesi áskoðan, at øll fólk áttu javngóðan rætt til jørðina.
Sum politikari arbeiddi hann áhaldandi fyri hesi hugsjón, uttan at vinna stórvegis sømdir, og sum skald tekur hann altíð hin minni menta í forsvar. Nóg mikið er at nevna samhugin, hann sýnir neyðardýrunum í »Snarljós«, og høggini, hann gevur bæði verðsligu og andaligu yvirvøldini í søguni »Hungur«.
Armingurin Sissal, gamla, doyr í hungri. Læknin sigur at børnini hjá Billu, tey hjá Laarsi, hjá Pæturi og onnur ganga við tí sama hungri í kroppinum.
M. A. Winther endar søgu sína soleiðis:
Kommunustýrið og prestur hildu fund.
»Hvat skulu vit gera,« helt formaðurin ráðaleysur.
»Vit leggja ikki nýggjar byrðar á kommununa,« segði alt kommunustýrið við ein munn.
»Nei, tað eru óráð,« helt prestur. »Men vit kunnu jú seta øll hesi born út í góð hús, har tey kunnu gera lít fyri matin, summi her í bygdini, summi á Dímun og ja í góð bóndahús.« Prestur skeyt eyguni fram undan brillunum.
Teir kendu sær allir ein lætta og takkaðu presti fyri hansara góðu ráð.
»Kanska vildu tygum stílað fyri hesum,« helt kommunustýrið.
»Eg vildi helst borið meg undan, mcn eg skal gera tað, tá tit biðja meg um tað.«
Dagin eftir fór prestur inn til Billu.
»Góðan dag og Guds friður inni. Hvussu stendur til hjá tygum, Billa?«
»Tað er sum Harragud veit, og sum tygum sjálvur kunnu ætla. Tað kemur ikki nógv innløga, har eitt vesælt konufólk skal bjarga mat og klæðir til seg og nógv børn. Tað er eingin lygn, tá ið eg sigi, at vit ofta hava tað trongligt.«
Prestur kveitti rundan um seg í roykstovuni. Harragud, sum tað sá berligt og ússaligt út inni har. Og Billa og børnini - dæmið sýnti betur enn orð, hvussu tey høvdu tað.
»Hm! hm! ja so er, lívið fellur tyngri hjá summum enn øðrum, og tí mugu vit hjálpast at og styðja hvørt annað. Hm! ja, vit hava tosað um hetta, og eg ætli, at tygum gera best í at lata bornini út til góð fólk; eg skal hjálpa til tað.«
»Gud forláti tygum,« segði Billa og bliknaði, »hatta meina tygum ikki; hvussu kann eg skiljast frá børnunum?«
Men prestur helt, at einki annað var at gera. Billa græt, men prestur tosaði góð og troystandi orð, og so endaði hesin fundur, at prestur vann.
Teir tóku oll børnini frá Billu. Hon græt síni søltu tár, og børnini grótu ikki minni, men har hjálpti eingin kæra mamma,
Og soleiðis varð farið fram hjá Laarsi og øðrum armingum.
Tá flýddi hungurin úr bygdini, og hann er ikki í aftur spurdur.
Onkur vil vera við, at nú dylst hann sum mansmorð, um hann ber við í støðum.
Mads A. Winther er fyrsta føroyska skald, ið treytaleyst og tilvitað sýnir smámanninum samhuga.
Tað mesta, ið lá eftir hann, varð í 1932 samlað og givið út í bókini »Úrvalsrit«.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.
Baldursbrá
Felagsblaðið nevndist »Baldursbrá«. Fyrsta nummar av blaðnum varð lisið upp 5. desember 1906, hitt seinasta 27. mars 1912.
Tilsamans vórðu skrivað 104 bløð, sum fyltu upp í 6 fundarbøkur, úti við 2000 blaðsíður í A4 stødd. Fyrsta bókin (16 tey fyrstu bløðini) er tíverri ikki til; hinar fimm verða varðveittar á Landsbókasavninum í Havn.
Havnar Ungmannafelag
Í november mánaði í 1906 komu fólk saman í »Sloans sali« við Tinghúsvegin í Tórshavn at stovna ungmannafelag.
Maðurin, ið hugskotið átti, var Nyholm Debess, ið eitt skifti hevði verið í Noregi, var heimafturkomin í 1904 og bar minnini um ungmannafelagsrørsluna har eysturi við sær aftur til Føroya. Aðrir innbjóðarar vóru Petur Alberg, seinni kendur sum tónaskald, og Mads Andrias Winther, ið brátt gjørdist høvuðsmaður felagsins.
Hvørt mikukvøld kl. 9 helt felagið fund. Fyrst varð sungið, og síðan varð lisið úr handskrivaða felagsblaðnum, sum limirnir skiftust um at stjórna. Aftaná var oftast kjak.
Av og á vórðu fyrilestrar hildnir á limafundum.
Beint fyri jól 1907 kom Hans A. Djurhuus heim úr Danmark og gjørdist brátt ein av høvuðsstuðlum Havnar Ungmannafelags.