Skip to main content

Jóannes Patursson (1866-1946)

Jóannes Patursson var føddur í Kirkjubø í 1866, og har vaks hann upp. Hann gekk í realskúla í Havn og fór seinni til Noregs á landbúnaðarskúla. Í 1891 tók hann búfrøðiprógv, og árið eftir festi hann Kirkjubøgarð.

Jóannes Patursson er kanska eina mest kendur úr politikki, men hann var eisini bókmentamaður. Hann legði nógv politiskt greinatilfar úr hondum og skrivaði nógvar yrkingar. Umframt politiskar yrkingar skrivaði hann yrkingar til føðilandið, til veitsluhald og meira persónligar yrkingar. Hann hevði stóran alsk til føroyska málið og verður mettur sum djarvur og íðin málendurnýggjari.

Wikipedia

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hann varð føddur í Kirkjubø — hesum søguríka stað — í 1866, og ein av ættarmonnum hansara var Nólsoyar Páll. Hesir báðir veruleikar vóru við til at skapa Jóannes bónda, eitt hitt størsta mansevnið, Føroyar hava fostrað.
Fyrstu skúlaárini gekk hann í skúla í Kirkjubø; faðir hansara, Páll bóndi, hevði privatlærara til børn síni.
Lærari hansara var Joen Hans Jacob Petersen, bróðir Fr. Petersens, og hesin lærdi Kirkjubøbørnini teir sangir og tær yrkingar, hann seinast í sjútiárunum fekk sendandi heim úr Keypmannahavn frá bróður sínum.
Sáðið var sáðað.

Jóannes leitaði sær til Havnar í realskúla, seinni stutt skifti í skriv-stovustarv í Havn, men hann mistreivst; hugurin stóð heldur til bakkaferðir og bóndalív, og hann gjørdi av í samráð við pápan at søkja sær landbúnaðarútbúgving.
Tá sum nú mundu flestu ungfólk leita sær niður til Keypmannahavnar at vinna sær hægri útbúgving. Hjá Jóannesi stóð hugurin kortini til landið, haðan fedrarnir stevndu frá, og í 1882 fór hann til Noregs á landbúnaðarskúla í Stend; har gekk hann til 1884, tá hann leitaði heim aftur við góðari barlast, lærdómi um nýmótans bóndabrúk og grógvandi sjálvbjargniskenslu, ávirkað av norsku tjóðskaparrørsluni, ið blómaði í áttatiárunum.

Í 1888 var hann ein av innbjóðarunum til tiltikna jólafundin, og hann var við til at stovnseta Føringafelag í Havn.

Í 1891 var hann í Noregi og tók har búfrøðisprógv. Árið eftir festi hann Kirkjubøgarð og fór ágrýtin undir at endurnýggja føroyskan landbúnað við nýggjum arbeiðsháttum og arbeiðstólum  —   árini  1892 — 98 stóð hann fyri royndarbrúki í Kirkjubø.

Skjótt gjørdist Jóannes ein av oddamonnunum í Føringafelag, men longu heilt tíðliga kom til sjóndar, at hann metti ikki virki felagsins nóg dygt; ov lítið vanst framá á sjálvbjargnisleið, hinir oddamenninir vóru eftir hansara tykki ov varnir.

Hann gekk nógv upp í stóra stríðsspurningin um rættskrivingina, og tá sjeymannanevndin í 1895 legði sítt uppskot um broyting fram, hóvaði hetta Jóannesi bónda so illa, at hann segði seg frá sum blaðstjóra á Føringatíðindum og úr felagnum.

So kom hann upp í politikk av álvara. Suðuroyingar valdu hann á løgting í árunum 1902-06; í 1906 stovnsetti hann saman við øðrum Sjálvstýrisflokkin, aftan á at mótstøðumenn hansara høvdu sett á stovn Sambandsflokkin, og hann sat á tingi, valdur av sjálvstýrismonnum í Suðurstreym frá 1906 til 1936, tá hann segði seg úr flokkinum og fór í part við teimum, ið stovnaðu Vinnuflokkin. Hesin broytti í 1940 navn til Fólkaflokkurin, og Jóannes umboðaði so henda flokk á tingi árini frá 1940 til 1946, tá hann andaðist.

Politiska virki hansara fevndi eisini um sæti á fólkatingi 1901 — 06 og sæti á landstingi 1918-20 og 1928-36. Sum  politikari  er Jóannes   bóndi kendur sum hin eggjandi talarin, maðurin við góðari fólkaeydnu, hin kveikjandi andin.

Bókmentaverk:
Illa ber til at slíta sundur teir báðar politikaran Jóannes og bókmentamannin Jóannes. Eitt er tað, at hann legði so ómetaliga nógv politiskt greinatilfar úr hondum, síðu upp og síðu niður í »Føringatíðind-um« og seinni í »Tingakrossi« og »Dagblaðnum,« annað er tað, at nógv tann størsti parturin av yrkingum hansara eru politiskar.

Yrkisøki sítt — landbúnaðin — lívgaði hann eisini við hópi av upplýsandi greinum, og ein annan av stóru áhugum sínum — kvøðing og dans — gloymdi hann heldur ikki; hann skrivaði fleiri greinir um hetta evnið og stóð fyri útgávuni av stórverkinum »Kvæðabók I — V« 1922 — 45.
Sum áður nevnt steig Jóannes Patursson fram sum yrkjari á jóla-fundinum 1888, tá yrkingin »Málstrev« varð lisin upp. Tónin var hvassur og eggjaði til stríð.

»Latum tað kennast á okkara talu
sum sól eftir æli,
at burtur er rikin tann fremmandi
arvi; lat tað vera starvið!

At fremja ta sak latum oss allar royna,
bæði moyggjar og sveinar,
í   kirkju,   á   ting   seta   málið   við
gleði; til tess leggið megi«.

Og mangt var at tríva í og taka støðu til, og høggini fullu tung. Hann var mangan grovliga útspiltur av mótstøðumonnum, vardi seg tá við yrking sum t.d.

»Niðagrísar og huldumenn trøll
tey smáu og stóru slupra í seg tann
eiturdrykk og ganga í ormatjóðri«.
 
Við hvørt var hann hugtungur og yrkti tá t.d.

»So drúgført tað er
at koma sær fram,
hví vilja so fá taka undir?
Tað syrgiligt er
at fosturlandsbørn
enn slíta vár fosturarv sundur.
Tey virða hann ei,
men hugsa sum so:
Hvat    skal    hetta    skról   okkum
gagna um siðir og
mál, um fosturlands
alsk«,
 men ynskið er inniligt:
»Guð gævi tey tó høvdu tagnað!«

Dapurskygni vann ikki á honum.

Í fólkatingstíð síni og seinni í landstingstíðini var hann trúgvur gestur í Føroyingafelag, og til veitsluhald í hesum felag yrkti hann nakrar av gitnastu vertskapssongum okkara: »Tað hevur tókt millum føroyinga gaman« 1903 og »Vælkomnir føroyingar her í vási« 1904.

Frá somu tíð er føðilandssangurin »Um eg vítt um verøld fór«, sum kann setast í bólk við eitt nú hin kensluborna »Her er eingin føroyingur at finna« 1892 — báðir yrktir, meðan yrkjarin hevur verið burturstaddur heimanífrá.

Tá tað er sagt, at meginparturin av skaldskapi Jóannesar er politiskt merktur, eigur kortini ikki at verða gloymt, at hann yrkti framúrskarandi persónliga merktar yrkingar, og tá sleppa vit ikki undan at nevna hesar tríggjar: »Søti lítli eingil mín« (barnaríma 1902), yrkingin vígd konuni »Var tað so tú segði« og minnisyrkingin »Sárt bítur sorgin«, yrkt tá systir skaldsins var borin til gravar.

Áðrenn vit sleppa yrkjaranum Jóannesi, eiga vit at nevna tann týdning, málburður hansara hevur havt fyri føroyskt bókmentamál. Hann var borin í heim á einum plássi, har Føroya fornsøga livdi og andaði, hann gekk í unglingaárum í skúla  í  Noreg,   fekk sær  íslendska gentu til konu og var hugtikin av kvæðum okkara.

Hjá honum var eingin ivi: Úr norrønum var mál okkara runnið, og hagar áttu vit at leita okkum, tá um málburð og orðagerð var at røða.
Jóannes bóndi var við yrkingum sínum ein hin djarvasti og ídnasti málendurnýggjari okkara.

Fyrr hava vit borið fram undir, at ósemja tíðliga tók seg upp millum báðar oddamenn Føringafelags, Rasmus og Jóannes. Osemjan mundi koma av ójavnanum í lyndi teirra, annar tolin og fegin um hvørt kvink, ið gekk inn av línuni, hin meira bragdligur og kollveltingarhugaður.

Illa ber til at enda umrøðuna av hesum báðum monnum uttan at vísa á blaðkjakið, sum borið fram í ørindissniði fór fram teirra millum í Føringatíðindum í sept./okt. 1892.
Undir dulnevninum »Sveinur í oyðibirgi« yrkir Jóannes í septemberblaðnum:

»Latið »Føringatíðindi« leingjast, tí
okkum nú bakkareip treingjast, teir
stíggjar at ganga eru tungir, og vit eru
moyrir og ungir.

Latið »Føringatíðindi« breiðkast, so
venjing fær sinar at seiðkast, vit
lesningar leggja við bondum, so
lættast vit betri á hondum.
  
Sendið »Føringatíðindi« meiri, tað
biðja vit bjargamenn fleiri; hvussu
kunnu vit bjørgini røkja, vit sleppa tey
ikki at søkja.«

Í sama blað svarar Rasmus aftur undir dulnevninum »Sveinar á sólarlagsbakka«.

»Vit sita við strevi og toti
og bøta tað, ið áður var brotið,
um   tey vilja   okkum   veingirnar
skerja, enn firnast vit ei á tey at
herja.

So varliga mugu vit fara,
sum  pápin hann mundi   okkum
læra, so mangur man at okkum
kveita, sum nógvar hevur hundar at
beita.

Kann »Føringatíðindi« ana, lorra saman
av handahógvs vana, so vilja vit tiga og
takka, vit Sveinar á sólarlagsbakka.«

Í oktober 1892 svarar Jóannes aftur soleiðis:

»Tit sveinar á sólarlagsbakka: so tit
vilja tiga og takka, vilja durva sum
kópar á skeri — tað má væl eitast
oddamenn,  ið eru.

»Ha ha« — var ei harðari hondin, ið
stýrdi, og mætari ondin!
 
Tit    lovaðu    at    vekja     alt,    ið
blundar, nú tiga tit og klaga upp á
hundar.

Hava sveinar á sólarlagsbakka slíkt
lyndi til at tiga og takka, tá   ríða  
báðir   partar   skjótt    á

mergi, tit á bakkanum og vit í
oyðibergi.

Í sama blað svarar Rasmus aftur:

»Vit sveinar á sólarlagsbakka ei altíð
munna tiga og takka, tó — liggja vit ov
mikið á kodda lat aðrar tá ganga á odda.

Nær hava vit mótleysir klagað, um  
hundar   hava   eftir   okkum

jagað? At vekja vit ikki hava »lovað«,
men gloyma enn ikki tey, ið sova.

Vit hava ei tigandi sitið,
tó   at   okkum   lærir   royndin   og
vitið, at meira av verki enn av orðum
her tarvast í bakka og í skorum.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.