Skip to main content

Fríðrikur Petersen (1853-1917)

Fríðrikur Petersen var føddur á Saltnesi í Eysturoy í 1853. Í 1875 tók hann studentsprógv í Íslandi og var í 1880 cand. theol. av lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann starvaðist sum prestur í Sandoynni og í Suðuroy og var próvstur á Nesi í Eysturoy.

Fríðrikur Petersen var virkin í politikki. Hann sat í løgtinginum (1890-91/1893-1917), og í landstinginum (1894-1902/1906-1917). Hann stovnaði saman við øðrum Sambandsflokkin í 1906. Hann var formaður í flokkinm frá 1906 til 1917. Fríðrikur hevur skrivað fleiri av okkara kendastu fosturlandssangum.

Wikipedia

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Fríðrikur Petersen varð borin í heim í 1853 í Saltnesi, har faðir hansara, Johannes, var lærari. Hjá faðir sínum lærdi hann vanliga barnalærdómin, og ikki mundi tað vera einki, hann nam gjøgnum vinskapin við próstasynimar á Nesi, Hjalmar og Jørgen Hammershaimb, sum við faðir sínum, V. U. Hammershaimb, fluttu inn á Nes í 1862.

Í 1865 fór Fríðrikur til Havnar at ganga í realskúlan, og í 1869 helt hann leiðina til Reykjavíkar á latínskúlan har, og her tók hann studentsprógv í 1875. Hetta vóru hendingarík ár í søgu ísalnds, túsund ára veitsla varð hildin í 1874, og skald-skapurin blómaði. Millum studentarnar fekk hann góðar vinmenn, hann lærdi íslendskt mál og var hugtikin av íslendskari fosturlandsyrking. (Sí *tjóðskaparskaldskapur og *tjóðskaparromantikkur).

Í 1875 - 22 ára gamal - fór Fríðrikur til Keypmannahavnar at lesa við lærda háskúlan,   árið eftir tók hann filosofikum og fór so at lesa gudfrøði. Her í Keypmannahavn hitti hann aftur vinmenn úr íslandi, og her hitti hann aftur barndómsvinin úr Føroyum, Hjalmar Hammershaimb, og aðrar føroyingar, ið staddir vóru í Keypmannahavn í lestrarørindum. Sum áður nevnt var tað í hesum unhvørvi, at fyrstu føroysku yrkingarnar í nýggjum sniði vórðu til.

Fríðrikur Petersen tók gudfrøðisprógv í 1880 og tók sama ár við prestaembæti í Sandoy. Í 1885 søkti og fekk hann prestakall í Suðuroy, og har var hann — við sæti í Leirum í Hvalba — til hann í 1900 varð settur til próst yvir Føroyar og flutti inn á Nes í Eysturoy.

Um tað mundið, »Føringafelag« í Føroyum varð stovnsett, gav Fríðrikur Petersen seg upp í politikk. Í 1890 varð hann valdur til løgtingsmann umboðandi Eysturoynna, og hann sat á tingi til deyðadags umboðandi Eysturoy (1890 - 93), Sandoy (1893-96), Suðuroy (1897-1900) og sum próstur sum fastur limur 1900-1917.

Tá ið politiskt floksbýti kom á tingi í 1906, gjørdist Fríðrikur formaður nýstovnaða Sambandsfloksins, og hesin maður, sum í ungdómsárum hevði lovsungið fosturlandinum og harmast um vanlagnu føroyska málsins, gjørdist afturhaldsmaður í tjóðskapar- og málspurninginum. Hann doyði í 1917.
 
Bókmentaverk:
Flestu yrkingar Fríðriks eru frá tíðarskeiðinum 1876 — 79. Hetta eru lutvíst drekkjuvísur, yrktar til veitsluborðhaldið, men her finna vit eisini djúpar fosturlandsyrkingar við skaldabornum myndum av Føroyum í logn og í ódn tær skiftandi ársins tíðir. Kendasta yrking av hesum slagnum man vera »Vísa um Føroyar« (1877), sum byrjar við reglunum »Eg oyggjar veit, sum hava fjøll og grøna líð...«. Hesa yrkmg tóku føroyingar til sín sum tjóðsang og ikki av tilvild, tí rótføroyskar og hugtakandi mundu skaldamyndirnar tykjast fólki:

»Og tá ið veðrið tað er gott
um summardag,
og havið er so silvurblátt
um sólarlag «

»Men tá ið stormur spælir lag á
fjallatind,
og bylgjurnar tær rúka av stað
sum skjótasta hind «

Í yrkingini »Føroyska málið« (1876) harmast Fríðrikur Petersen um tungu lagnu móðurmálsins og kemur í seinasta ørindi við hesum góðynski:
»Vær drekkum glaðir tína skál, og so
vár ynski ljóða: várt kæra gamla
móðurmál, hav langa framtíð og góða«.

 Frá seinnu árum eru ikki nógvar yrkingar frá hond hansara; vit nevna kenda jólasálmin »Gleðilig jól« (1891), nýggjárssangin »Tíðin rennur sum streymur í á« (1892), páskaljóðið »Deyði, hvar er nú broddur tín« (1900) og at enda fosturlandsvísuna »Hvørjum man tykja vakurt hjá sær« (1892) við frálíku summarlýsingini:
 
»Føroyar,  mín móðir,  víst ert  tú
fríð
í grønum stakki um summartíð.

Tá kvøld og morgun á vinahátt blídliga heilsast
um miðjunátt.

Og havið, troytt av at berjast við
teg,
við tínar føtur hvílir seg.«

og vetrarlýsingini:

»Føroyar,  mín móðir, víst ert  tú
prúð,
tá ið tú klæðist í vetrarskrúð.


Víst ert tú, móðir, føgur og fín, klødd í
hitt skínandi hvíta lín.

Tá glampar á himli stjørnulind,
norðlýsið blaktrar um fjallatind.«

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.