Skip to main content

Nólsoyar Páll (1766-1809)

Einki er at ivast í, at Nólsoyar Páll er kendasti táttayrkjari okkara. Eitt er nú tað, at hann hevur havt frálíkar skaldagávur — men størri týdning man tað hava havt fyri viðgitni hansara, at hann av eftirtíðini verður mettur sum maðurin, sum byrjaði føroyskt tjóðskaparstarv við atfinning síni móti donskum embætismannavaldi í Føroyum.

Páll Pálsson Nolsøe, vanliga nevndur Nólsoyar Páll, varð borin í heim í Nólsoy   í   1766 sum fjórði sonur teirra Páls í Garði og Súsonnu Djónadóttur.
Tað verður sagt — prógv eru tó eingi fyri tí — at Páll og brøður hansara lærdu at lesa og skriva hjá ungum nólsoyingi, ið var latínskúlalærdur. Páll varð so settur í læru hjá fútanum í Havn, Venzel Hammershaimb; her støðaðist hann tó ikki leingi — hugurin stóð til sjógvin.   Hann  lærdi  sjómanskunnleika og siglingarfrøði hjá Mads Winther, bókhaldara við Kongliga Handilin, og so fór hann til stroks — út í verðina at bróta sær ein veg og læra siðir at kenna hjá øðrum og størri fólkasløgum. Í nøkur ár sigldi hann úti og kom víða um, men lítið vita vit um lív hansara hesi árini.
 
Í 1797 kemur hann heim aftur, og nú byrjar av álvara stríð hansara móti einahandli og embætismonnum.
Hann giftist í 1798 við gentu úr heimbygdini, men hon doyr longu ár 1800, og árið eftir giftist hann upp aftur við gentu av Norðoyri, sum   er   borin   til   eitt   festi.   Stutt aftan á hetta skiftir hann um garð við ein bónda á Biskupsstøð í Klaksvík.

Í 1804 keypir hann eitt strandað skip á sølutingi í Suðuroy og úr leivdunum byggir hann á Fløtuni Fríðu í Vági saman við øðrum monnum Føroya fyrsta deksfar í nýggjari tíð »Royndina fríðu«.

Við hesum fari siglir hann so við farmi millum Danmark og Føroyar. Hetta eru ófriðartíðir — kríggj er millum Bretland og Danmark. Á einari av ferðum sínum verður »Royndin« tikin av bretum og ferst. Páll leitar tá til London við kravi um at fáa nýtt skip. Hann fær játtandi svar, men á ferðini til Føroya við hesum nýggja skipi — hetta er í 1809 — hvørvur Páll og spurdist ikki aftur.


BÓKMENTAVERK
Vit vita við vissu, at Nólsoyar Páll hevur yrkt fleiri tættir; ofta verður talið sett til hesar 8, men óvist er um hann hevur yrkt teir allar:

Krákuteiti og Eindadrongstáttur, báðir yrktir undan 1800, Jákup á Møn (uml. 1800), Greivin av Orient og Fruntatáttur (1802 — 03), Fuglakvæðið (1806 ella 1807) og Gorplandskvæðið og Krákufrøði (1808).
Nú verður sagt gjølligari frá trimum teim kendastu av hesum táttum: 1) Fuglakvæði. 2) Jákup á Møn. 3) Fruntatáttur. 
 
1. Fuglakvœði.
Hóast heitið er »Fuglakvœði«, so er hetta skaldaverk so týðiliga ein táttur við øllum eyðkennum, ein slíkur hevur. Tátturin er í 3 pørtum, harav tann fyrsti eisini er býttur sundur í tvey — tilsamans eru ørindini 229 í tali.

Tátturin er sprottin úr tí mótstøðu, Pálli var fyri av embætismannaávum, tá hann strevaðist fyri at vinna Føroya fólki betri kor handilsliga og á annan hátt. Yrkjarin nýtir tað yrkjarasnildið, at hann letur persónarnar í fuglaham (*allegori), og so kann leikur byrja: Páll letur í táttinum argastu mótstøðumenn sínar vera grammar rovfuglar: Kommandanturin er ein falkur, landfútin ein skúgvur, handilsforvaltarin ein gorpur og Havnar sýslumaður er ein kráka. Hesir rovfuglar gera seg í heilum inn á smáfuglarnar (Føroya fólk), men tjaldrið (Nólsoyar Páll sjálvur) verjir smáfuglarnar og spillir rovfuglunum spælið ferð eftir ferð. Hesir biðja tí ilt oman yvir tað:

»Hatað   skalt   tú,   tjaldrið, vera,/aldri skalt tú ynnast,/ tú hevur spilt mær veitslu mína,/ hetta skal eg minnast«.

2. Jákuþ á Møn.
Tað sigst, at Páll yrkti hendan táttin um ein sambiðil — ein sum hevði hug á somu gentu, sum Páll sjálvur. Hann vildi gera hann til láturs. Prógv eru ongantíð fingin fyri hesi hugsan, og helst man tað vera so, at Nólsoyar Páll, sum hevði verið úti í stóru verð, við hesum tátti ikki hugsar um einstakan mann, men drívur spott við hugtakinum »heimføðingurin«.

Gongdin er í stuttum hendan: Jákup á Møn er nýfermdur unglingi — heimføðingur av ringasta slag. Hann setir sær fyri at fara at biðja um Gyðju Haraldsdóttur. Hann fær sær bátsskipan at rógva seg yvir um fjørð, hann skal ganga til bygdar, har Gyðja býr, roynir at stimbra seg við brennivíni, men hetta virkar øvugt. Hann finnur sær eitt ross, men hetta tveitir Jákup í sortudíkið, og seinni dettur hann í Haraldskøst.

Menninir í bygdini eru á útróðri, so konufólkini noyðast at bjarga hesum vanlukku fríggjara og fáa hann reinan aftur. Imeðan kemur báturin aftur av útróðri, og Haraldur leggur hann í eina song.

Tá ið Jákup vaknar morgunin eftir og ber fram bønarorðini, fær hann — sum ikki er so løgið — nei frá gentuni, og so fara genturnar í bygdini at brenna krakk — hetta var siður, tá fríggjari varð rikin av bygdini uttan at hava fingið gentu. Mamma Jákups, sum sær allan roykin, misskilir, tekur at rópa grindaboð og sendir bátin avstað. Tá báturin kemur fram, stendur Jákup fyri honum, og tá bátsmenn fregnast um, hvar grindin man vera, svarar hann við hesum viðgitna ørindi:
 
Her er roykur og eingin grind,/tit skulu hava takk,/ gentumar á Eysturlandi/ brenna eftir mær krakk«.
Jákup fer so heim aftur og vil ikki síggja konufólk aftur í sínum lívi.
 
3. Fruntatáttur.
Um orsøkina til, at hesin táttur verð yrktur, er hendan søgan: »Ein maður nevndur Jóhan á Uppsølum í Klaksvík, sum tá var húskallur hjá Pálli og seinni kom at sigla við honum við »Royndini«, var trúlovaður við eini gentu, sum fjeppaðist uppi í hesum nýggja klædnamótanum og hármótanum (at klippa sær frunt), men hann varð narraður av hesi somu gentu og svór tá hevnd yvir hana og alt fruntaslagið. Hann fekk so Páll at yrkja táttin«. Í táttinum tekur yrkjarin fram fleiri dømi úr stóru verð og úr søguni um, at ikki nýttist gentum tá at klippa sær frunt fyri at fáa drong.

Persónar, ið verða nevndir, og fremmand viðurskifti, ið verða havd á lofti, bera boð um, at yrkjarin er maður, ið hevur lisið nógv og ferðast víða, hann nevnir eitt nú Dinu og Sikem, Bóas og Ruth, Esther og Ahasverus úr Gamla testamenti, og úr Egyptalands søgu hina tiltiknu Kleopatru.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.