Skip to main content

Jens Chr. Djurhuus (1773-1853)

Jens Chr. Djurhuus, Sjóvarbóndin kallaður, av tí at hann var bóndi við Sjógv í Kollafirði, varð føddur inni á Nesi í 1773.

Sagt verður frá — prógv er tó einki — at hann gekk í latínskúla í Havn. Annars vita vit merkiliga lítið um henda mann, men vit kunnu siga, at hann hevur havt stóran áhuga fyri gomlum nørrønum søgum, tí úr hesum hevur hann yrkt flestu av kvæðum sínum. Sjóvarbóndin er kendasti kvæðayrkjari okkara, men hann hevur eisini yrkt tættir.

Sjóvarbóndin doyði í 1853.
 
BOKMENTAVERK:
Sum nevnt var Sjóvarbóndin fyrst og fremst kvæðayrkjari, og nú viðgera vit fyrst tey trý kvæðini »Ormurin langi« — yrktur eftir »Heimskringlu«, »Sigmundar kvæði« og »Leivs kvæði« — bæði yrkt eftir »Føroyingasøgu«. At enda taka vit táttin »Leirvíks Páll«.

Ormurin Langi:
Kvæðið man vera yrkt onkuntíð um leið 1810 burtur úr Heimskringlu. Sagt verður frá ferðini hjá norska konginum Ólavi Trygvason við stóra og prýðiliga víkingaskipinum »Orminum Langa«. Hann kemur í bardaga við teir tríggjar, danakong, sviakong og norðmannin Eirik jall; lítið nyttar teimum báðum fyrrnevndu at herja á, men sum tikið verður til: »snarpur verður hildarleikur/ tá norðmenn mót norskum stríða. »Tá tað berst saman millum teir báðar Olav og Eirik, verður bardagin øgiligur: »høvur og kroppar í havið tumla,/ øgiligt var at síggja«, mannfallið er stórt, og at enda má Ólavur leggja monnum sínum hesi ráð.

»Leypið í havið, mínir menn,/ her verður ei góður endi«.
Hann kastar seg sjálvur fyri borð og druknar. Eirikur jallur »tók tá »Ormin langa«,/ eingin annar kundi« og stýrir honum longur fram á leið.
Hetta kvæðið man vera eitt hitt best umtókta og mest kvødna av øllum føroyskum kvæðum.

Sigmundar kvæði:
Hetta er kvæðið, sum byrjar við hesum ørindi:
 
»Í Føroyum har búgva høvdingar tveir/ Tróndur og Sigmundur eita teir«.
Og um hesar báðar høvdingar og menn teirra snýr kvæðið seg. Tróndur siglir á nátt suður til Skúvoyar, brýtur dyr hjá Sigmundi og setir eld á.

Sigmundur flýggjar saman við sínum góðu og trúgvu vinmonnum, Einari og Tóra norður á oynna. Tróndur heldur aftaná. Eftir stuttan samanbrest noyðast teir tríggir vinmenninir at kasta seg í havið og leggja á Suðuroyarfjørð at svimja. Leiðin gongur móti Sandvík.

Einar og Tórir leggjast fyri og drukna, hóast Sigmundur veitir teimum ta hjálp, hann kann. Sjálvur vinnur hann upp land, men verður dripin har í taranum av Torgrími Illa og sonum hansara.
 
Leivs kvæði:
Hetta kvæðið er eins og hitt undanfarna yrkt við tilfari úr Føroyingasøgu sum grundarlagi.

Eftir deyða Sigmundar fer Leivur Øssursson, fostursonur Tróndar, biðlaferð suður til Skúvoyar at biðja um Tóru Sigmundsdóttir. Tóra leggur tær treytir á, at um hann vil fáa hana til konu, so skal hann fyrst svørja, at hann ikki var við uppi í ráðagerðini móti Sigmundi, síðani skal hann nevna banamann Sigmundar og at enda hevna deyða Sigmundar.

Alt fyri eitt sum Tróndur í Gøtu fær at vita treytirnar, biður hann Leiv taka hetta sinniliga, hetta skal hann — Tróndur — skipa fyri. Hann ger so ferð suður til Sandvíkar  at  vitja  banamann  Sigmundar, Torgrím Illa. Hann fær góða móttøku.

Tá menn eru sessaðir í høllini, letur Tróndur kynda eld á eldstaðin, og so manar hann teir tríggjar fram: Einar og Tórir koma inn, og sjógvurin drívur av teimum — teir báðir vóru druknaðir, men tá Sigmundur kemur inn og ber høvur undir hond, tá tykist prógvað, at hann er hálshøgdur, og Tróndur sigur, at Torgrímur er drápsmaðurin. Hesin verður so tikin, og saman við sonum sínum verður hann tikin av døgum — hongdur í gálgatræ.

Leivur siglir eftir hetta til Skúvoyar og fær har ja-orð frá Tóru Sigmundsdóttir, og tey giftast.

Leirvíks Páll:
Hesin táttur er yrktur eftir eini gamlari søgn. Páll, ein løgin stavnur úr Leirvík, ger ferð til Velbastaðar at vitja Ellind, sum hann einaferð hevur arbeitt hjá. Á ferðini — leiðin gongur um Gøtu, Glyvrar, Strendur, Hvítanes og Havn — ger hann sær til góðar av tí frálíka mati, honum verður boðin.

Í Havn fer hann inn í kongliga handilin við nøkrum vørum at avreiða og skal keypa okkurt við sær aftur, men tað vísir seg, at handilin ikki hevur sjálvt tær vanligastu vørurnar.

Páll heldur síni ferð til Velbastaðar, har hann verður væl fagnaður av Ellindi á Steinum, men ringur verður endin: Ein dagin, teir standa í arbeiði, koma teir upp at berjast. Ellindur verður við undirlutan og missir lív.

Umfarmt at vera ein skemtilig frásøgn hevur hesin táttur eisini stórt virði sum siðsøguligt tilfar: Tú fært at vita um klædnabúna føroyinga, ferðingamøguleikarnar við síni skjútsskipan og tey vánaligu handilsviðurskiftini.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.