Skip to main content

Esmar Jacobsen Gata (1925-2006)

Hann varð borin í heim í Norðragøtu í 1925. Eftir barnaskúlagongd í Gøtu skúla arbeiddi hann fyrifallandi arbeiði eitt skifti og fór so 16 ára gamal til Havnar í  
prentaralæru á Dimmalætting. Her leyk hann prentaraprógv í 1946; hann arbeiddi so tvey ár á prentsmiðju Dimmalættingar og tvey ár á Bókaprent, til hann í 1950 fór niður til Danmarkar, har hann tók meistaraprógv innan prentlistina.

Hann kom heim aftur til Føroya í 1951, arbeiddi eitt stutt skifti á prentsmiðju H. N. Jacobsens bókahandils og gjørdist so prentari á Blaðstarv.

Aftaná at hava arbeitt innan prentaraandverkið í umleið 16 ár, legði Esmar í 1958 aðrar leiðir, hann fór á bíbliuskúla fyrst í Danmark, seinni í Noregi. Heim-afturkomin í 1960 arbeiddi hann lutvíst sum prentari, lutvíst sum trúboðari í Kirkjuliga Missiónsfelagnum, til hann í 1965 gjørdist trúboðari burturav.

Fyrsta yrking hansara var ein jólayrking, ið stóð í Dimmalætting stutt fyri jól í 1944, og seinast í fýratiárunum og fyrst í fimtiárunum vóru yrkingar hansara rættiiga tættar í føroysku bløðunum, oftast í »14. September«. Í 1956 kom út einasta savn hansara »Fiólin«. Sermerkt fyri savnið er tokkin og góða handalagið, yrkjarin hevur til móðumálið:

»Mær móðir gav væna fiól,
bað meg læra meg listin at leika;
sjálv hon lærdi meg fyrst
leika einfald løg varin,
gav mær handalag gott,
aldi alsk til fiól
mær í brósti«.

Annað sermerki er, at yrkjarin er bíbliukønur og hugtikin av andaligum viðurskiftum, og triðja, at hann hugsar um teir, ið balast á sjónum. Í »Fiólini« finna vit hugtakandi, sterkar yrkingar, og savnið kendist við sínum rímloysi, men kortini stigjavna yrkingalagi sum eitt frískligt fleyr í føroyskum skaldskapi:

»At kunnað lagt frá sær,
latið tagna alt breyðtos,
og sitið hattleysur
á onkrum vegamóti
leikandi fiól«.

Frá tí Esmar í 1960 gav seg til trúboðaravirki, hevur bókmentastarv hansara fevnt um andalig viðurskifti burturav. Hann skrivaði »Guds orðið« í 14. September í tíðarskeiðinum 1960-70, nakað av hesum tilfari kom út í stuttlestrasavninum »Sáðkorn«, 1963, hann hevur saman við øðrum stjórnað »Kirkjuligum missiónsblaði« síðan 1965, og hann hevur úr norðurlandamálunum týtt fleiri bøkur og bóklingar við andaligum innihaldi, t.d. »Lógin og gleðiboðskapurin I-IV« 1964-69.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.