Skip to main content

Hans jákup Glerfoss (1937-)

Hans Jákup Glerfoss. Hann er føddur í Mikladali í 1937, men vaks upp í Kunoy hjá ommu síni og abba sínum har. Aftan á loknan barnaskúla fór hann fjúrtan ára gamal inn til Klaksvíkar at arbeiða, var eitt skifti til skips, arbeiddi so aftur sum timburmaður í nøkur ár, til hann 27 ára gamal fór at fáast við myndalist og skaldskap burturav.

Í tíðarskeiðnum 1966-69 greiddi hann til prentingar trý yrkingasøvn »Til B«, »Fjallafossar« og »Kvirra í reyðum og bláum«, allar frálíka vakrar yrkingabøkur, ið høvundurin sjálvur hevði skrýtt við linoleumskurðum.

Neyvan fara vit skeiv, tá ið vit meta, at stóru yrkjarafyrimyndirnar hjá Hans Jákupi vóru Áarstovubrøðurnir Janus og Hans Andrias. Frá teimum lænir hann rímsnildi og ørindislag, og serliga nógv líkist hann Janusi, tá hann av øllum alvi vil vera trúgvur móti málsins vælljóði:

»Standið stinnir synir sterku
háðið hatska hevndarbák.

Men tá ið hetta er sagt, eigur at verða lagt afturat, at tað ofta eydnast Hans Jákupi at skapa vakrar yrkingar um enn á gomlum grundvølli.

»Nú glógvar boðin yvir tindarond,
og heystartøgn og stilli víða valdar -
tað dunar hult við veðurbardan klett -
sítt fyrndarlag hitt villa havið aldar«.
                                   (»Í túninum«) brot

»Vónloysi«, »Brostnir streingir«, »Einsemi«, hetta eru øll heiti úr fyrsta savninum, og víst er tað, at einsemis-kenslan er sterkur táttur í skaldskapinum, annar táttur er treytaleysa andstygdin móti lygnini og teimum »fjandans bølmennum«, ið happa hin fjónaða, og ein triði táttur er yndi til kvinnuna; ið hann einastaðni lýsir soleiðis:

»Sum summarnátt og sunnanlot
sum áarrák og alduskot
sum morgunbros, sum íðudrag
sum dúgvutos og veingjaslag«.
                                        (Kvinnulyndi) brot

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

Sekstiárini

do my report homework elementary school how to become a good writer essay personal philosophy of success essayEins og fimtiárini vóru tað, eru sekstiárini eisini merkt av hugsjónarliga tvídráttinum millum stórveldini.

Berlinmúrurin setir mark millum bæði Týsklondini, og Kubakreppan hóttir heimsfriðin. Niðurbundin lond í Afriku rembast við og tveita av sær hjálandaokið, blámenn í Suður-Afriku og USA krevja síni sjálvsøgdu rættindi og mannsømandi kor, men verða nívdir undir byrsumúla. Seinni setir USA sær fyri at bumba sosialistiska Norður-Vietnam aftur í steinøldina, men verður fyri svíðandi ósigri, og Sovjet ger innrás í Tjekkoslovakíið, at bjarga sosialismuni í landinum, meta teir sjálvir, at kúga fólkaræðið, meta vestanlond.

Ungfólk taka tíðina so ymisliga, summi eru medvitin og gera uppreistur, onnur dyrka vakurleikan sum blómubørn, og uppaftur onnur flýggja undan veruleikanum inn í rúsnýtslu og mistreysti.

Heima hjá okkum verður hetta tíggju ára skeiðið í stóran mun merkt av, at NATO-herstøð seinast í fimtiárunum ímóti fólksins vitan og vilja verður lumpað inn á okkum. Teir fýra sjálvstýrisflokkarnir, so ymiskir hugsjónarliga, finna saman í landsstýrissamgongu 1963-66, og fiskimarkið verður flutt út á tólv fjórðingar, heimaútróðrinum til miklan frama. Síggja vit burtur frá drúgvu skaldsøgu Jens Paula Heinesens »Tú upphavsins heimur« 1962-66, mugu vit siga, at sekstiárini, hvat ið skaldskapi í óbundnum máli viðvíkur, eru sera fátækslig; skaldsøgur koma fáar, og stuttsøgurnar eru ótættar. Á sjónleikaøkinum hendir tað gleðiliga, at útbúgvin føroyskur sjónleikari kemur heim at virka og kunnar føroyska áskoðaran við framtakshugaðar sjónleikahøvundar sum Brecht og Ionesco - men enn sum áður er langt millum føroysku upprunaleikirnar.

Hugsa vit um nýskapan í hesum tíðarskeiði, verða vit at snúgva okkum at bundna  skaldskapinum. Rætt er tað,  at nógv verður yrkt, ið er meinlíkt gomlum yrkingasniði, men tvær nýskapanarleiðir verða gingnar.