Skip to main content

I. P. Gregoriussen (1845-1901)

Jóan Petur Gregoriussen var føddur í Kvívík í 1845. Hann verður vanliga nevndur Jóan Petur uppi í Trøð. Jóan Petur var til skips um várarnar og heystarnar undir Íslandi. Hann átti eitt sindur av jørð, sum hann røkti, og umframt hetta tókst hann við at smíða.

Hann var sera virkin í tjóðskaparrørsluni, ið tók seg upp í Føroyum í 1890-árunum, og yrkti mangan til fólkafundir, sum tá vóru hildnir víða um í landinum. Hann yrkti føðilandssangir og kvæði. Eisini yrkti hann vísuna um „Vaagen“ og ta føroysku brúðarvísuna: Várharra hann segði, tað er ikki gott.

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

I. P. Gregoriussen, vanliga nevndur Jóan Petur uppi í Trøð, var kvívíkingur, føddur í 1845. Faðir hansara, Grækaris, var mentaður maður og gjørdist vinmaður Hammershaimbs prest, tá hesin kom til Kvívíkar — sum áður nevnt í 1855. Jóan Petur var ofta við pápanum inni á gólvinum á Kirkjuteigi, og her fekk hann bøkur til láns. Óføra næmur var hann og eisini alt frá barnsbeini hegnismaður. 

Mannkomin fór hann í 1867 til skips undir íslandi og var burtur um várarnar og heystarnar fram til 1870, tá hann legðist uppi á landi. Eitt sindur av jørð átti hann, og umframt at røkja hana fekst hann við at smíða.

Ein hending, Jóan Peturi var fyri á Íslandi, fór ongantíð frá honum. Manningin á skipi hansara hevði ein dagin, teir lógu inni, leitað sær í kirkju, og har hoyrdu teir íslendskan prest  prædika  á   íslendskum   máli. Hetta fekk Jóan Petur at hugsa um standin í føroyskum kirkjulívi, har allir prestar — sjálvt teir føroysku — prædikaðu á donskum. Frá hesum degi var tjóðskaparansur hansara av álvara vaktur, og tá Føringafelag í 1889 var stovnsett, átti tað valla trúgvari viðhaldsmann enn Jóan Petur uppi í Trøð.

Eins og bygdarmaðurin Kvívíks-Jógvan yrkti Jóan P. Gregoriussen føðilandssangir og kvæði. Kendastu teirra   eru:   »Við   Kaspiska   havið«, yrktur til fyrsta fólkafund, hildin varð í Føroyum, 2. hvítusunnudag 1894 suðuri á Sandi, og »Til fólkafundirnar í Føroyum« (So harður er streymur í Føroyafirði), yrktur til fólkafund í Nólsoy jóansøkuaftan 1895. Av táttum og kvæðum nevna vit »Gentukæti« (Her nógv er at gera) 1894, »Vaagen« 1894 og »Tróndur og Sigmundur á Havnartingi«. Harumframt yrkti hann føroysku brúðarvísuna »Várharra hann segði, tað er ikki gott«.

Seinastu árini var J, P. Gregoriussen boygdur av sjúku, og hann andaðist longu í 1901, 56 ára gamal. Tað mesta, hann yrkti, er savnað í bóklingin »Yrkingar«, ið Felagið Varðin gav út í 1928.
Eftir livir minnið um ein mentaðan føroying; ikki var hann heimføðingur, maðurin, sum longu í 1895 segði:

»Hví skal alt ljósið í landsuðri
liggja? Heldur vit runt alla
havsbrúnna
hyggja; harav birtist ljósið í
Føroyum.«

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Sí eisini.