Skip to main content

Hans Mikael Jacobsen (1901-1960)

Hans Mikael Jacobsen var føddur á Kirkju í Fugloy í 1901. 25 ára gamal fór hann á Føroya Læraraskúla, har hann tók prógv í 1929. Árið eftir varð hann settur í starv sum lærari í Fugloy, men vegna heilsubrek mátti hann í 1940 leggja starvið frá sær við eftirløn. Hann andaðist í 1960, tá hevði hann í nøkur ár búð í Klaksvík.

Umframt at skriva upp hóp av frásøgnum og sagnakendum tilfari yrkti Hans Mikael fleiri sálmar, harav níggju standa í Sálmabók Føroya Fólks.

Í 1979 gav sonur hansara, Jákup á Fløtti Jacobsen, út bókina »Høvdið uppundan«, ið er savn av sagnakendum tilfari.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.