Robert Joensen (1912-1997)
Hann er borin í heim í Klaksvík 28/8-1912. Átjan ára gamal leitaði hann sær til Danmarkar, har hann tók preliminerprógv og seinni studentsprógv. Hann tók so upp guðfrøðislestur fyrst á lærda háskúlanum í Árhus og seinni í Keypmannahavn, men hann var staddur heima, tá 2. heimsbardagi brast á og skipasambandið Danmarkar og Føroya millum varð kvett -tá ið kríggið var av, hevði Robert fingið starv sum skrivari hjá Klaksvíkar kommunu, fimm ár vóru liðin, og hann tók ikki gudfrøðislesturin upp aftur.
Robert hevur havt mong álitisstørv, m.a. sat hann á løgtingi umboðandi Fólkaflokkin 1943-45.
Tá Robert í 1935 kom heim til Føroya í summarfrí aftan á 4½ ára útlegd, vóru honum greiðar tvær sannroyndir: 1) Føroysk mentan og siðmenning, føroyskt fólkalív var ógvuliga frábregðandi, tá borið varð saman við tað, hann hevði sæð á útiferð. 2) Samfelagsgongdin við broyttum vinnulívsmynstri fór brátt at káma gomlu siðmenningina.
Bæði í summarfrítíðunum lestrarárini og uppaftur betur í frítíðini, tá hann var komin heim til Klaksvíkar at búgva, arbeiddi hann íðin og nærlagdur við at festa á blað sannleikar um fólksins kor. Hann var á støð, tá bátar løgdu at landi, hann var við á fjalli og á rættini og seinni í flettingarkjallaranum, hann skifti orð við miðamannin, fjallmannin, húskallin og arbeiðskonuna, bóndan og bondakonuna.
Burtur úr spurdist satt stórverk, ið kann verða skift í seks bólkar:
Størsti bólkur - fýra bøkur »Royvið«, 1958, »Greivabitin«, 1960, »Býta seyð og fletta«, 1968, »Vambarkonan«, 1972 og tvey enn óprentað handrit - viðger seyðahald og seyðarøkt. Greitt verður frá lembing, frá tí sum fer fram á rættini á vári og heysti, frá tí menninir hava við sær á fjall og hvat teir fáa at eta. Greitt verður frá býti og fletting, ið var mannfólkaarbeiði, og frá konufólkaarbeiðinum, ið var at taka upp avroð og avnot og at virka ullina.
Annar bólkur er um útróður: »Útróður«, 1946 og »Bøleiðin«, 1959. Her verður skrivað um sjabbið við árabáti á ytstu havmið, og sagt verður frá ótespiligum útróðrartúrum, men her verður eisini greitt frá teirri menning, ið hevur verið útróðrinum fyri hundraðáraskeiðið 1845-1945.
Ein triði bólkur snýr seg um forna føroyska boðsending, um hvussu boð vórðu flutt bygdanna millum: »At glaða og brenna vita«, 1961, »Grindaboð í Havn«, 1962 og »Forn føroysk boðsending«, 1981.
Hinir tríggir bólkarnir eru umboðaðir av bókunum: »Klaksvíkar bygd í søgu«, 1942, »Høgtíðir og veitsluhald á vetri«, 1974 og »Minnismyndir og søgubrot I«, 1980.
Í tøkum tíma sá Robert, at hin gamla mentanin var um at hvørva í gloymskunnar hav, í tøkum tíma fór hann til verka.
Stórverk hevur hann skapað innan føroyskar yrkisbókmentir, 16 handrit drúgv í vavi - fýra teirra ikki prentað enn - stórverk, ið hava gjørt klaksvíkingin navnframan millum øll tey fólk í Europa, sum fáast við fólkalívsfrøði sum frøðigrein.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).