Skip to main content

Sjúrður Joensen (1913-)

Hann er føddur við Gjógv 6/11-1913. Tá hann var liðugur við barnaskúlan, fór hann til skips og var fiskimaður í níggju ár, til hann fór á Læraraskúlan í Havn, har hann í 1942 tók prógv. Hann var fyrstu árini vikarur ymsastaðni í Norðuroyggjum, Eysturoynni og Streymoynni, settur lærari í Elduvík og Funningsfirði 1946-63 og frá 1963 við Glyvra skúla.

Hann hevur so av og á latið bløðum og jólabókum eina søgu. Í 1980 komu nakrar teirra í savninum »Mangt er«, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).