Skip to main content

Kári P (1950-)

Kári P er stytting fyri Kára Leivsson Petersen, sum var føddur í Tórshavn í 1950. Kári tók studentsprógv í Hoydølum í 1970 og arbeiddi síðani sum blaðmaður, sjúkrarøktari, húsasmiður, týðari og mangt annað. Í 1995 fekk hann embætisprógv sum sálarfrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur búleikast í Danmark, Íslandi og Noregi umframt í Føroyum.

Kári er serliga kendur fyri sínar sangir á teimum báðum plátu-og fløguútgávunum ”Vælferðarvísur” (1979) og ”Hinumegin ringvegin” (1991). Hann fekk M. A. Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir í 1995.