Skip to main content

Jørgen Landt (1753-1804)

Jørgen Jørgensen Landt var borin í heim um leið ár 1753 í Bred í Danmark.
Í 1773 leitaði hann á lærda háskúlan í Keypmannahavn og tók prógv har í 1777. Í 14 ár virkaði hann sum privatlærari, áðrenn hann í 1791 varð útnevndur til sóknarprest í Norðstreymoyar prestagjaldi við bústaði í Kvívík. Hann giftist í 1792 við Anniku Hedevig Djurhuus, dóttir Johan Christian Djurhuus á Nesi og norsku konu hansara, hina gitnu Mariu Rønning.

Í sjey ár røkti Landt embætið í Norðstreymoy, men í 1798 søkti hann vegna heilsubrek aftur til Danmarkar, har hann fekk embæti í Olsker og Allinge. Her doyði hann í 1804.


VERKIÐ: "Færøerne"
Fororðini í bókini hjá Landt eru dagfest 22. okt. 1799, men bókin kemur ikki út fyrr enn ár 1800.

Í fororðunum greiðir hann frá, at tá nú bókin kemur, so er tað eftir bøn frá »Det naturhistoriske Selskab« í Keypmannahavn, sum hevur heitt á hann at greiða frá ymsum viðurskiftum Føroyum viðvíkjandi.

Landt hevur kent bókina hjá Debes — tað nevnir hann beinleiðis í fororðunum, og hann sigur eisini frá, at hann hevur lisið handrit bæði hjá Svabo og Mohr. — Eingin kann taka seg aftur í at siga, at hann — eins og fólk flest tá á døgum — gevur Svabo, hesum merkismanni, ov lítlan heiður fyri Føroya-frágreiðingina.

Landt skrivar: »En student Jens Svabo har givet   nogle skrevne  Efterretninger
om Færøe, uden hvis Giennemlæsning nok een og anden Anmærkning ville have sluppen min Opmærksomhed forbi«. Og hetta ger hann, hóast tað er rættiliga vist, at hann hevur »lænt« nógv úr handriti Svabos.

Bókin hjá Landt verður mett at vera eitt valaverk. Hon er býtt upp í hesar partar:
1. kap. »Færøernes geografisk-historiske Beskrivelse« Her verður greitt frá um navnið Føroyar, um fjøll, áir, um prestagarðar og kirkjur o.a. — 2. kap. »Færøernes fysiske Beskrivelse.« Her viðger hann m.a. streymviðurskifti, veður og vind, grótsløg, vøkstur og djóralív. — 3. kap. »Færøernes økonomiske Beskrivelse« Her greiðir hann m.a. frá kornvelting, hoygging, fuglaveiði, bátum, handli, klædnabúna o.ø. — 4. kap. »Færøernes politiske Beskrivelse«. Her viðger hann m.a. lyndið í fólkinum, málið, tey tosa, sjúkur, átrúnaðar- og skúlamál, tey fátæku og rætt teirra, vegir osfr.

Seinast er bókin prentað upp aftur í 1965; givin út av Einari Joensen.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.