Skip to main content

Nicolai Mohr (1742-1790)

Nicolai Mohr - føddur í 1742 - var sonur Peter Jensen og Onnu Jákupsdóttur, sum búðu úti á Reyni. Hann fór út úr Latínskúlanum sama ár sum J.C. Svabo, og komu teir at fylgjast stóran part av lívinum.

Fyrsti spurningur, sum hesir báðir skulu taka støðu til, er, hvørjar lærugreinir teir skulu velja sær at lesa, nú teir ætla sær á Lærdan Háskúla. Tað var nú soleiðis, at allir føroyingar, ið lisið høvdu við lærdar háskúlar í útlondum undan hesi tíð, høvdu valt sær somu grein, gudfrøði.

Heilt í tráð við tíðarandan valdu hesir báðir føroysku unglingar at bróta við gamlar vanar og fóru undir at lesa náttúru- og fíggjarfrøði. Teir gjørdu tað ivaleyst út frá teirri sannføring, ið samtíðargranskarar bendu á: At skal eitt land fáa framburð og góðar tíðir, má hetta skapast av dyggum arbeiði og framstigum í landbúnaðinum.

Tað vóru uttan iva tveir vónríkir unglingar, ið eldhugaðir fóru undir at lesa. Báðir taka Filosofikum í 1767, men skjótt fingu teir mótburð:
 
Fátækradómurin vitjaði, hvørgin fekk stórvegis hjálp heimanífrá, og Svabo var sjúkur drúgv tíðarskeið. Hvørgin tók nakrantíð endaligt prógv.

Sum árini líða, royna báðir at søkja sær starv. Her gekst Nicolai Mohr betur. Hann verður í 1780 sendur til Íslands sum náttúruserkønur fyri »Den Kgl. Porcelænsfabrik« at gera kanningar, og í 1786 fær hann fast starv hjá hesi fyritøku. Hann hevði tó ikki langa ævi, tí longu í 1790 andaðist hann í Danmark.
Svabo søkti fleiri embæti, bæði í Føroyum, í Danmark og í Noregi, men einki hann fekk.

Bókmentaverk - Nicolai Mohr

Høvuðsbókmentaverkið hjá Nicolai Mohr er ikki um føroysk viðurskifti, men íslendsk. Mohr var í Íslandi tey bæði árini 1780 og 1781, og heimafturkomin skipaði hann tilfarið, ið hann bevði fingið á kanningarferð síni í bókina: »Forsøg til en Islandsk Naturhistorie med adskillige oeconomiske samt andre Anmærkninger«. Frá Íslandsferðini stavar eisini stutt grein: »Um aðferð Norðmanna, Færeyinga, Skotta og Hialtlendinga at veiða smáupsa eður upsaseiði«, sum kom í eitt íslendskt tíðarrit í 1782.

Av føroyskum verkum, sum Nicolai Mohr hevur lagt úr hondum kann nevnast lutur hansara í Svabos »Indberetninger« — hann hevur skrivað umleið 400 s. ella stívan fjórðing av hesum verki. Enn er at nevna orðasavnið upp á 7.450 orð, ið liggur eftir hann. Hann byrjaði — eins og Svabo — í studentadøgunum at savna orðatilfar og økti um hetta savn støðugt. Eftir deyða hansara gav danskur prestur, Hasløe at navni, ið giftist við einkjuni eftir Mohr, kongliga bókasavninum í Keypmannahavn handritið.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.