Jógvan Mikkjalsson (?-1757)
Jógvan Mikkjalsson varð borin í heim í Leynum. Hann verður fleiri ferðir nevndur í tingbókunum (tá skrivaður Joen Michelsen), tí sum tann lógarkøni maður, hann var, møtti hann ofta á tingi sum sakførari. Hann hevði starv við Kongliga handilin í Havn.
Brókartátt man hann hava yrkt miðskeiðis í 18. øld um ein samtíðarmann úr grannabygdini Kvívík. Tátturin verður mettur at vera ein hin best yrkti av táttum okkara.
Vit vita ikki nær Jógvan Mikkjalsson varð borin í heim, men hann doyði í 1757.
Stuttur samandráttur: Tátturin sigur frá einum útróðrardegi hjá kvívíkingum, og spott verður rikið við einari ónyttu, Jóannes Niklasson, eyknevndur Brókin, sum ger sær fyri skommum millum rættar menn. Jóannes verður lýstur margháttligur í útsjónd, beinini stutt, lippan síð — og kloddut er hann ílatin.
Tá teir eru komnir á fiskileið, egnir hann ógvisliga, setir fast í kalva, men ikki orkar hann at draga kalvan inn sjálvur; hann noyðist tí at biðja annan mann draga fyri seg og lovar góða løn. Tá kalvin kemur inn um stokkin, fær Jóannes sporlið undir oyrað »so hann fleyg aftur í barka«, hvør skal siga: »ligg nú har, títt spott«.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.
Brot úr: Brókartátti
16. Tí sigur Jóannes Niklasson
av so lítlum huga
betur var í urðini undir
taraleypi at toga.
17. So kasta teir hann í eysrúmið
í bátin í stýriborð
so róði Jóannes Niklasson og
talaði ikki eitt orð.
18. Rógva teir við bakkan suður
besta mið man vera allir settust
Hellumenn flundruagn at skera.