Poul Olsen (1896-1933)
Hann varð borin í heim á Eiði 28/11-1896. Seytjan ára gamal fór hann á læraraskúla í Havn, har hann tók prógv í 1917. Tvey tey fyrstu árini var hann vikarur ymsastaðni í Eysturoynni, var lærari á Skála og Selatrað 1919-21, og frá 1921, til hann doyði í 1933, var hann lærari í heimbygdini.
Her virkaði hann íðin í ungmannafelagnum, sum æt »Glottin« og í avhaldsfelagnum »Statt fast«.
Skrivaða tilfarið, sum lá eftir hann, greiddi Oddmar á Steig, lærari, til prentingar, og Føroya Lærarafelag gav tað út undir heitinum »Sáttmálin Mikli I-II«, 1966, 1969.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.