Skip to main content

Súsanna Helena Patursson (1864-1916)

Einasta kvinna, ið fær pláss í umrøðuni av tjóðskapartíðini, er Súsanna Helena Patursson.

Hon varð borin í heim í 1864 í Kirkjubø sum einasta systir í systkinaflokkinum, sum taldi so mætar yrkjarar sum Jóannes og Sverra Patursson.

Fyrst gekk hon í privatskúla heima á garðinum, fór síðani til Havnar at ganga í skúla, og blaðung leitaði hon sær niður til Keypmannahavnar, har hon m.a gekk á »Kunstflid« skúlan, har hon lærdi at seyma, baldýra og veva. Nøkur ár dvaldist hon á flatlondum, men hon fekk sjúku at dragast við og fyrst í nýggju øldini leitaði hon heim aftur til Kirkjubøar, har hon búði til deyðadags.

Longu blaðung var Sannulena, sum hon varð rópt, hugtikin av vaknandi tjóðskaparkensluni, og til fyrstu sjónleikaframførslu Føringafelags 1889 hevði hon skrivað føroyskan skemtileik »Veðurføst«, sum varð væl fagnaður. Tíverri er hesin leikur ikki longur til í heilum líki, men rollulistin hjá tveimum av persónunum finst á Landsbókasavninum.

Heimafturkomin fór hon undir blaðútgávu. Blað hennara eitur »Oyggjarnar« og kom út í tíðarskeiðnum 1905 — 08. Fyrsta nummarið er dagfest 18. apríl 1905; hon sigur frá, at hetta er vikublað, tað kostar 25 oyru um mánaðin við flutningspeningi, og í inngangsgreinini tekur hon í byrjan soleiðis til:
 
mæla á síni ferð út um lond, er tøkk til tær 250 kvinnur, sum hava lagt grundarstein undir blaðið við at tekna seg fyri fast blaðhald í 3 ár, so at tað kann vinna tíð at menna seg fram til eitt gott almannyttugt blað fyri kvinnu og mann, ein tøkk fyri, at tit høvdu so gott dirvi til at royna enn eitt føroyskt blað og ikki ræddust ta vanskepnu, sum tí verri øll føroysk bløð fingu higartil. »Oyggjarnar« stúra onganlunda fyri, at nakar av tykkum vil svíkja. Tær lova at skikka sær so væl, at tit verða við blaðhaldið í manga ferðir 3 ár; tær vænta og hopa, at tit, sum hava tilfar, ikki gloyma blaðið, at tit ikki spara at senda okkum atfinning, tá ið tit halda ársak vera til tess — um ting, sum eru framhildin í blaðnum — tað verður   upptikið   í   bestu meining.«

Fyrstu tíðina kom tað sum ætlað út hvørja viku — 27. nr. komu í 1. árg.
— frá øðrum  árgangi  gjørdist tað fjúrtandadagsblað, 8 nr. komu í hesum Árgangi og 12 í 3. árgangi, hitt seinasta 18. juni 1908.
Tvey onnur verk greiddi Súsanna Helena til prentingar: »Matreglur fyri hvørt hús«, lítil bók við 160 matuppskriftum (1907) og »Frýðka um búgvið« (1912).
Hendan merkiskvinna, sum skaraði framúr í síni samtíð, var longu ung merkt av sjúku.

Hon andaðist í Kirkjubø í 1916.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.