Skip to main content

Sofus M. Petersen (1899-)

Hann er føddur í Sandvík 28/11-1899. Sum aðrir unglingar tá á døgum fór hann til skips og var fiskimaður í fimm ár, áðrenn hann í 1920 leitaði á læraraskúlan, haðan hann tók prógv 1923.

Fyrsta hálva árið av læraratíð síni var hann vikarur við realskúlan á Tvøroyri, lærari í Sumba 1924-44, í Sandvík 1944-51 og frá 1951, til hann í 1966 legði frá sær vegna aldur og við eftirløn, var hann lærari í Vági.

Hann hevur heilt frá ungum aldri havt áhuga fyri Føroya søgu, tað prógva áhugaverdu greinir hansara í Varðanum og somuleiðis fyrilestrarnir hann í útvarpinum hevði um heimbygdina. Fyri Føroya Skúlabókagrunn skrivaði hann í 1968 kunningarbókina »Útróður, bjørgini og grindin«, sum er 1. bindið í røðini »Smárit«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).