Skip to main content

Poul E. Petersen (1901-1977)

Hann var føddur 29/8-1901 í Sørvági. Ungur var hann til skips, veturin 1918/19 næmingur á Føroya Fólkaháskúla, í 1920 fór hann á læraraskúlan í Havn og leyk prógv í 1923. Aftan á lokna útbúgving var hann lærari í Mykinesi 1923-44, bráðfeingis ítróttaráðgevari í 1935-36, útnevndur ítróttaráðgevari 1938-44 samstundis sum hann var lærari, honorarløntur ítróttaráðgevari og loystur úr lærarastarvi 1944-49, útnevndur fastur ítróttaráðgevari undir Føroya Landsstýri 1949-54, ráðgevarastarvið varð tá niðurlagt vegna umskipan av skúlautnsjónini. Vikarur ymsa staðni í Eysturoynni, frá 1954 til 1956 ferðalærari í Nesvík og Saksun, og frá 1956, til hann í 1971 legði starvið frá sær við eftirløn, lærari við Tórshavnar Kommunuskúla.

Hann doyði 25/4-1977.

Poul var virkin felagsmaður; hann tók stig til at stovnseta  Ítróttarsamband Føroya, var formaður tess frá byrjan í 1939 til 1947 og blaðstjóri á »Ítróttartíðindum« 1941-47. Harumframt var hann nevndarlimur Føroya Lærarafelags drúgt skifti, formaður 1954-60 og limur í Føroya Skúlastjórn 1968-75.

Til byrjanarundirvísingina í føroyskum skrivaði hann »Mín fyrsta lesibók«, 1967, hann týddi fleiri barnabøkur, m.a. gitnu bókina »Silas og svarta ryssan«, og tíðarskeiðið 1936-53 greiddi hann til prentingar fleiri bóklingar um ítróttarmál.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.