Mikkjal á Ryggi (1879-1956)
Mikkjal á Ryggi var føddur í Miðvági í 1879. Hann fór, ungur, tveir vetrar til Danmarkar á fólkaháskúla. Hóast hann ikki var læraralærdur, starvaðist hann í mong ár sum lærari. Hann var virkin í politikki, bæði í sóknarstýrinum og í løgtinginum, har hann umboðaði sjálvstýrisflokkin í 1920-árunum.
Rithøvundastarv hansara fevnir millum annað um yrkingar, sálmaskaldskap, bygdarsøgu og skúlabøkur. Hann var okkara ídnasta sálmaskald. Hann skrivaði fyrstu føroysku bygdarsøguna. Hann lýsti arbeiðslívið bæði á sjógvi og landi. Hansara tokki til náttúruna sást aftur í skúlabókum um dýra-og fuglalívið – umframt í hansara landalæru og í sálmum hansara og sangum yvirhøvur.
Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl
Hann varð føddur í 1879 og var úr húsinum í Beiti á Ryggi í Miðvági.
Aftan á barnaárini í heimbygdini tókst Mikkjal við alt fyrifallandi arbeiði bæði á sjógvi og landi, men hugurin til bókina mundi vera góður, og tí leitaði hann sær niður til Danmarkar á háskúla, har hann var í tveir vetrar, fyrra á Askov, seinna á Frederiksberg.
Av oyggjarfólki sínum mundi hann vera virdur sum bókamaður, tí hóast hann ikki var læraralærdur, varð hann í 1920 settur í lærarastarv í Bø og í Gásadali, og hetta starvið røkti hann í 25 ár, til hann fór frá við eftirløn.
Tað vóru eisini boð eftir honum, tá álitisstørv skuldu setast, hann var formaður í sóknarstýrinum í Miðvági 1915 — 19, sat á løgtingi umboðandi sjálvstýrisflokkin 1924 — 27, og hann var limur í stjórn Føroya Lærarafelags 1927 — 34, harav formaður fimm tey seinastu árini.
Mikkjal á Ryggi fekk rættiliga langa sjúkralegu og hevði seinastu árini vist á Bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum.
Hann doyði í 1956.
Bókmentaverk:
Tað man bera til at býta bókmentavirki Mikkjals í tríggjar partar: 1) Lýsarin av føroyskum arbeiðslívi. 2) Skúlabókahøvundurin. 3) Sálmaskaldið.
Skal í skaldskapi leitast eftir lýsingum av fornum føroyskum arbeiðslagi, verður fyrst leitað til Mikkjal á Ryggi. Við sínum stóra kunnleika til alt starv á sjógvi og landi lýsir hann arbeiðslív føroyingsins tær ymsu ársins tíðirnar, og einasta yrkingasavn, ið liggur eftir hann — »Yrkingar« 1954 — er skipað í tíðarrøð eftir árstíðunum.
Til at vísa hvussu vítt viðgerð Mikkjals fevnir, seta vit upp heitini á nøkrum yrkingum.
Arbeiðslív á landi: Saksingardagur (»Fagur er morgunin, sólin sær«), Veltingin endað (»Erla kongsdóttir komin er«), Torvskurður (»Um summarið altíð so nógv er at gera«), Várgonga I— VI, Neytakonugildi (»Sólin setir á Líðarhús«), Fleyggj (»Eg sat á urðargróti«), Slóttur (»Tað lýsir um fløtur«), Í hoyna (»Lívligt er á bønum í dag«),
Hoybering (»Úr havi sól upp stígur«), Heystardagurin (»Heystardagurin heiðursklári«), Fjallgonga um heystið I— V, Bjargaveðrar (»Oman gjøgnum gjónna fara«).
Arbeiðslív á sjógvi: Várróður I— V, Áttamannafarið (»Av øllum teim snekkjum«), Andróður (»Hygg, hann setir æl á tindin«), Dyrging (»Blídligt alduskvatl við borðið«), Grind I— VI, Fiskurin bítur, Ein látraferð I—II, Nótakast I—III.
Sermerkt fyri hesar yrkíngar er fram um alt hetta frískliga, bragdliga kætið, rímgleðin og stigjavna lagið.
Mikkjal var ein teirra, sum við fullum huga tók undir við ynskinum um at fáa føroyskt sum skúlamál. Men um so skuldi vera, máttu skúlabøkur til skrivaðar á móðurmálinum. Fyri honum var tað ongantíð nakar ivi um, hvaðan hesar bøkur skuldu koma. Tað batti ikki at sita hendur í favn og bíða. Føroyskir lærarar máttu sjálvir taka hetta takið. Hann tók íðin og nærlagdur upp starvið, sum menn sum A. C. Evensen, Jógvan Poulsen og Jákup Dahl byrjaðu fyrst í øldini, og frá hansara hond komu dygdarverkini: »Landalæra I. Føroyar« 1926, »Dýralæra 1« 1935, »Dýralæra II. Fuglabókin« 1951.
Kanna vit eftir í Sálmabók Føroya fólks, síggja vit brátt, at Mikkjal á Ryggi er so nógv tað stórvirknasta sálmaskaldið innan fólkakirkjuna. Í sálmabókini, sum telur 431 sálmar tilsamans, eigur hann 75, sum hann upprunaliga hevur yrkt, og úti við 40 týðingar, t.e. tilsamans stívan fjórðingin av bókini.
Lítið man vera at ivast í, at hann átti eina sterka gudstrúgv. Hann gevur seg í sálmaskaldskapi sínum tryggur í Harrans hendur — eitt eyðkenni fyri gamla føroyska gudstrúgv — og kanna vit innihaldið nærri, sanna vit, at hann er bjartskygdur. Myrkur og daprir tankar eiga ikki pláss í sálmaskaldskapi hansara, ja, mangan fært tú ein varhuga av, at hann metir sorgina sjálva sum synd.
Ofta nýtir hann heppisliga heimligar og alføroyskar myndir í sálmunum:
»Hvat kann eg av sjónum taka, sendir Gud ei fisk í hav, óhent nýtti eg mín haka, um Gud ikki vøkstur gav, fáføngt róðu vit um kapp, vildi Gud at grindin slapp. Føðir Gud ei fuglameingin ónýtt verður fleygastongin.«
Lýsari av føroyskum arbeiðslívi, skúlabókahøvundur og sálmaskald. Og kortini er nógv eftir at nevna:
Hann yrkti frálíka Brestiskvæði, skrivaði »Miðvingasøgu« — fyrstu bygdasøgu okkara, ið gjørdist fyrimyndarlig: »Skrivað havi eg søgurnar,/ sum fornir søgdu mær;/ skrivið tit nú í hinum bygdunum/ ein og hvør hjá sær« — týddi fornsøgur, og hann skrivaði stuttsøgur.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.
Gunnleygur
Í 1906, sama ár vit fingu floksbýti á tingi, vóru stundum yrkingar við dulnevni undir at síggja í blaði sjálvstýrismanna, »Tingakrossi«.
Skjótt var, at fólk fór at hefta seg við navnið Gunnleygur, ið ofta var at finna undir eldhugaðum fostur-andsyrkingum, sum eisini vóru eyðkendar av sínum rímhegni og føstu skipan.
Hvør var Gunnleygur?
Hann var ættaður úr Miðvági og nevndist Mikkjal Dánjalsson á Ryggi.
Vatnið vinnur...
Ein dagin í hoyna 1909 høgdi Mikkjal hesi bæði ørindini niður í helluna í Hýsisá í heimbygdini.
Vatnið vinnur harða hellu slættar
niður fjøll Líggin gongur, grasið
fellur, falla so vit øll.
Stirðnar blóðið, steðgar hjartað,
legst enn maður lík, sálin í Guds
himni bjarta livir fræls og rík