Skip to main content

Hanus A. Samuelsen (1936-)

Hann er føddur í Húsavík 10/9-1936. Hann tók realprógv 1954 og studentsprógv 1956 á Føroya Studentaskúla. 1 hálvtannað ár var hann vikarur í heimbygdini, leitaði sær so á Føroya Læraraskúla, har hann tók prógv í 1960. Síðan hevur hann verið lærari við Studentaskúlan.

Hann hevur týtt einstakar bøkur, og saman við P.M. Rasmussen skrivaði hann »Føroya søgu«, ið kom út í 1965.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).