Skip to main content

Símun Mikal Zachariassen (1853-1931)

Símun Mikal Zachariassen er føddur á Kirkju í Fugloy í 1853. Hann tók ungur lut  í  bygdagerandislívinum, røkti bø, haga og bjørg og róði út. Komin til mans fór hann til skips, men av tí at hann fekk varandi brek í annað beinið, legðist hann uppi á landi. Í 1876 fór hann á læraraskúlan í Havn, tók prógv haðani í 1878 og tók sama árið upp á seg lærarastarv í Fugloy og Svínoy. Hann røkti báðar hesar oyggjar fram til 1903, og sat síðan sum lærari bara í Fugloy fram til 1926, tá hann 73 ára gamal legði starvið frá sær.

Gjøgnum kenningar og vinir í Havn kom Símun Mikal at kenna Rasmus Effersøe, tá hesin kom heim aftur á steinarnar 1884. Vinskapur varð burturúr, og alla Føringafelagstíðina var Fugloyarlærarin felagnum og málgagni tess trúgvur tænari. Hann luttók í blaðkjaki um málspurningin og um háskúlamálið, og hann yrkti fosturlandssangir og sálmar. Tað nógva av tí, hann skrivaði, er savnað í bókini »Ein yrkjari á útoyggj« 1972. S. M. Zachariassen doyði í 1931.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.