Skip to main content

Andrea Árting (1891-1988)

Andrea Árting var úr Havn. Hon vaks upp hjá mostrini Trinu, sum var gift við Eliasi Johansen í Rættará, til hon var 11 ára gomul. Fekk tuberklar 17 ára gomul. Gekk í fisk tvey summar, arbeiddi á fiskabollavirkinum hjá Valdemar Lützen, stóð í krambúð og lærdi bókhald. Sløk seks ár var hon arbeiðskona í Keypmannahavn, har hon kom at kenna Mariu Mikkelsen, sum hon seinni hevði brævaskifti við. Heimafturkomin giftist hon og átti fýra børn. Hon var biðin at verða forkona í Havnar Arbeiðskvinnufelag í 1937 og legði hetta starv frá sær í 1977 - samráðingarnar um somu konufólka- og mannfólkaløn vóru tær seinastu í forkonutíð hennara. Andrea Árting var tjóðveldiskona, og hon var heiðurslimur í Havnar Kvinnufelag. Ingeborg Vinther tók soleiðis til í minningarorðum um hana: „í einari tíð, tá tað ikki var vanligt, at kvinnur komu alment fram og søgdu sína hugsan, tordi og hevði hon áræði til at stíga fram og siga tað, henni lá á hjarta, bæði viðvíkjandi tjóðskaparstøðu okkara og ikki minst sakini hjá tí arbeiðandi fólkinum. (...) Yrkjari var hon og hevur yrkt vakrar arbeiðara- og tjóðsangir, so hon var ein sjáldsom kvinna við nógvum góðum gávum frá Skaparans hond." (Sosialurin nr. 62, 1988, bls. 15). Til fyrstu prentaðu yrkingina „Dunandi aldan mót klettunum brúsar" gjørdi Andrea eisini lag. Umframt yrkingarnar, sum eru viðgjørdar í bókini, hevur hon yrkt nógvar aðrar yrkingar, men flestallar hava ongantíð verið á prenti. Eitt nú ein tjóðskaparsinnað yrking um Trónd í Gøtu og ein flaggsangur til Havnar Arbeiðsmannafelag.

 

Skaldskapur:

Dunandi aldan mót klettinum brúsar (yrk. og lag), Jól í Føroyum, 1934, bls. 47.

Jólavónir (yrk.), Jól í Føroyum 1935, bls. 28.

Tó fjølment í tali, vit eru ov smá (yrk.), Saman tí standið, 1975, bls. 322. Kvinnutíðindi, mai 1981, bls. 2.

„Elias Johansen í Rættará" (yrk. og grein) Varðin 1935, bls. 183-87. 174

„Tróndur í Gøtu". Yrking millum tilfar til Varðan á Føroya Landsbókasavni. Óprentað.

 

Bókmentir:

„Har stóðu tær stinnar" Oyggjaskeggi nr. 10, Kph. 1975.

„Dugir eingin at forstanda, at tey eiga lívið í øllum", sama blað nr. 2, Kph. 1976, og „Teirra hjarta, tað er hjá tí, sum kemur niður í skuffuna", sama blað nr. 5, Kph. 1976.

Tórður Jóansson: Saman tí standið, Tórsh. 1975, m.a. bls. 108ff, 168, 234, 262.

Mortan Nolsøe: Bandupptikin samrøða. Føroyamáls- deildin, band BS 900, 1979. Ein heiðurslimur í Havnar Kvinnufelags verður lýstur. Kvinnutíðindi mai, 1981, bls. 2.

Ingeborg Vinther „Andreu Árting til minnis", Sosialurin nr. 62, bls. 15, 1988.

 

Úr: Malan Simonsen (nú Marnersdóttir): Bylgjurnar leika í trá. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1992.