Maria Mikkelsen (1877-1956)
Hon er ættað úr Dalólastovu í Havn, fødd 1877. Hon gekk í skúla tey árini, Føringafelag stóð í blóma, og hevði til lærara hin vællýdda Christian Ludvig Johannesen av Toftum, sum lærdi næmingar sínar føroyskt.
Í 1898 fór hon til Keypmannahavnar; kom fyrst at arbeiða í bókhandli, seinni á Ríkisskjalasavninum har.
Vakt av tjóðskaparandanum royndi hon seg á ungum árum sum yrkjari og eisini sum týðari, men kend gjørdist hon sum kvinnan, ið Keypmannahavnartíð sína lívgaði alt, ið føroyskt var. Hon gjørdist skjótt álitiskvinna í Føringafelag, dugnaði altíð eina hond, tá rættlestur skuldi lesast av ætlaðari útgávu av føroyskari bók, og mangan var hon millumliðið millum útgevara og prentsmiðju. Serliga nógv hjálpti hon teimum báðum A.C. Evensen og Jákupi Dahl í útgávustarvi teirra, men ikki møddist hon at styðja og stuðla eisini upp gjøgnum 20-, 30- og 40-árini. Ei undur í, at hon, sum tíðin leið gróði saman við felagslívið í føroysku niðursetubygdini á flatlondum.
Sjálv skrivaði hon frálíkar mannlýsingar — so eyðkendar í skrivingarsniði — um R.C. Effersøe, J. Patursson, A. C. Evensen og J.H.O. Djurhuus.
Sjúti ára gomul — í 1947 — flutti hon heim aftur í barndómsheimið úti á Reyni, og har búði hon, til hon andaðist í 1956.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.