Skip to main content

Í ferðafrásøgnini Brá úr USAliterary analysis essay harrison bergeron college application essay writing help harry bauld example of a written research proposal how to defend a dissertation proposal bsnl broadband business plans literature review step by step guide sigur Steinbjørn B. Jacobsen frá um eina ferð, hann gjørdi til USA á sumri í 1978. Ferðin varð lisin upp í Útvarpinum árið eftir, og kom út í bók á forlagnum Fannum í 1982. Í fyrsta kapitili verður greitt frá, hvussu ferðin kom í lag, og hvussu farleiðin til USA var.

Her viðgera vit fimtanda og sekstanda kapitil.

 

Tekstur og upplestur

 

Uppgávur:

1.     Í fimtanda og sekstanda kapitili í bókini er frásøgumaðurin á ferð í amerikansku náttúruni. Hvør er við honum? Hvar eru teir?

2.     Hvørjum fólkum møta teir (bls.1)?

3.     Hví verður heimsbardagin nevndur (bls.1)?

4.     Reyðmenn, hvat er tað fyri fólkaslag (bls.1)?

5.     Hvat setur frásøgumaðurin sær fyri at gera dagin eftir (bls.1)?

6.     Hvussu er frásøgumaðurin klæddur (bls.2?)

7.     Hvat samanber frásøugumaðurin amerikanska landslagið við (bls.3 og 4)?

8.     Hvussu veit frásøgumaðurin hvat klokkan er (bls.3)?

9.     Hvat er fyrsta náttúruljóð, sum ferðamaðurin hoyrir? (bls.4)

10.   Tá frásøgumaðurin fær eitt súrepli, hvat letur hann tá afturfyri (bls.4)?

11.   Greið frá hendingini við móða manninum (bls.4-5)

12.   Hvørjum møtir frásøgumaðurin á bls.5?

13.   Hvør av teimum er fremmandur í landinum? (bls.5-6)

14.   Hvørja fatan hevur frásøgumaðurin av arbeiðsleysa reyðmanninum (bls.6)

15.   Hvønn kappast frásøgumaðurin við á bls.6?

16.   Neytadreingir á filmi verður sagt niðast á bls.6. Hvat er tað?

17.   Hvussu enda teir báður dagin (bls.7)?