Skip to main content

Rætturin at bera vápn

Amerikanska grundlógin, The Constitution, er hin elsta lógin av sínum slag í heiminum. Hon varð samtykt í 1787 og kom í gildi árið eftir. Lógin er ein karmur, ið annan vegin tryggjar øllum borgarum grundleggjandi rættindi, og hinvegin ein vernd móti órættvísari viðferð frá allari yvirvøld.

Eftir at amerikanska grundlógin kom í gildi, eru nógv ískoyti skrivað. Fyrstu 10 ískoytini, The Bill of Rights vórðu løgd afturat grundlógini í 1791.

Av hesum tíggju er fyrsta ískoytið um persónligt frælsi: trúarfrælsi, talufræsli, pressufrælsi og frælsi at mótmæla.

Í øðrum ískoyti verða fyrstu amboð hjá amerikanska borgaranum nevnd. Tey eru skotvápn:

“A well regulated militia, being necessary to the security of a free state, the right of the people to keep and bear arms, shall not be infringed.”

Tað serliga við amerikansku grundlógini er, at hon er aldri broytt. Bara ískoyti eru komin afturat. Ymsu statirnir í USA hava tó ymsar vápnalógir. 

At skotvápn verða nevnd so tætt at spurningum um persónligt frælsi, gevur vápnum ein farra av tjóðskapi, ábyrgd og frælsi. Tú verjir ikki bara tjóðina, men eisini títt húski, tá tú ber vápn, og hevur vant øll í húsinum at handfara nýggjastu skotvápn. Vápn verða eitt amboð at byggja tjóðina við.

Longu í 1871 er amerikanska byrsufelagið The National Rifle Association stovnað. Felagið hevur fleiri enn 5 mió limir, og er kent fyri at ávirka politikarar við munadyggari lobbyismu.

Sunnudagin 12. juni í 2016 frættist at ein byrsumaður var komin inn í ein náttklubba í Orlando í Florida við skotvápnum. Tá hann var liðugur at skjóta frá hond, vóru 49 fólk dripin og 53 álvarsliga særd. Hetta er álvarsligasti skottilburður í USA. Sama dag helt Barack Obama, forseti, eina talu úr Hvítu Húsunum, har hann skýrdi hendingin “An act of terror and hate”. Talan vardi góðar fimm minuttir. Í taluni nemur forsetin við spurningin, hvussu lætt tað er at fáa hendur á skotvápn.

17. juni í 2016 hevði Dimmalættingeitt yvirlit, sum sýnir 10 tær ringastu hópskjótingarnar í USA.

Uppgávur:

1. Lurtið eftir taluni hjá Barack Obama, forseta. Heftið tykkum við tað, sum hann sigur frá 3:30 til 4:02 um vápn, og hvussu løtt tey eru at fáa fatur á. Sigur forsetin nakað ávíst um hetta vandamál? Er hann fyri ella ímóti? Vil hann broyta støðuna, so tað framyvir verður truplari at fáa fatur á skotvápnum í USA? Skiftið orð um orðavalið hjá forsetanum í hesum broti. Er hann beint fram greiður, ella er hann innballaður og torskildur? Grundgevið fyri tykkara sjónarmiðum.

2. Hvør savnaðist í náttklubbanum í Orlando í Florida?

3. Hvør var byrsumaðurin, og hví mundi hann skjóta her?

4. Hvør tók sær heiðurin av skottilburðinum?

5. Hvør amerikanskur politiskur flokkur hevur verið ídnasti stuðul hjá National Rifle Association?

6. Finnið átøk á heimasíðuni hjá amerikanska byrsufelagnum, National Rifle Organisation, at fáa familjur at tekna seg sum lim. Hvat fáa familjurnar afturfyri, um tey tekna seg sum lim í byrsufelagnum?

7. Er nakar serligur politiskur flokkur, republikanarar ella demokratar, ella valevni úr hesum báðum flokkum, ið er sjónligur á heimasíðuni hjá amerikanska byrsufelagnum?

8. Hvør er rettorikkurin, orðalagið, á heimasíðuni hjá amerikanska byrsufelagnum? Eru eyðkenni, sum ganga aftur í ymsu átøkunum? Eru serlig virði, sum verða hildin fram og hálovaði?

9. Sagt verður í einum átaki hjá amerikanska byrsufelagnum, at “Our rights are under attack like never before.” Hvør man tað vera, sum verður sagdur at loypa á sum aldri áður? Setningurin á heimasíðuni er ein knappur, at trýsta á, og gerast limur. Hvat hendur, um tú trýstur á knappin um at gerast limur í byrsufelagnum? Hvat er limatilboðið?

10. Kannið skottilburðin í skúlanum í Columbine í Colorado í 1999. Hvat slag av skúla er hetta? Hvør fór at skjóta? Hvørji vóru vápnini? Hvussu nógv doyðu? Hvar á listanum í Dimmalætting er skottilburðurin í Columbine?

11. Farið í Lógasavnið og leiti eftir ‘vápn’. Hvør lóg er galdandi í Føroyum um vápn? Kunnu øll skotvápn brúkast? Er nakað krav um aldur og dugnaskap, innan tú sleppur at brúka skotvápn í Føroyum?

12. Finnið eitt byrsufelag í Føroyum. Spyrjið um virksemið og um kynsbýtið í limalistanum. Hvørjir eru ágóðarnir, við at vera limur? Hevur føroyska byrsufelagið nakrantíð roynt at ávirka politikarar og lóggávu? Eru føroyingar nóg væl vardir móti folki, sum kunnu finna uppá at skjóta frá hond? Hvat heldur føroyska byrsufelagið um støðuna í USA, tá umræður rættin til at bera vápn? Skulu amerikanskir lærarar sleppa at brúka vápn í skúlanum, har sum nógv vápn eru í umfari?