Kann internetið styrkja fólkaræðið?
Í londunum rundan um okkum verður eisini kjakast um, hvussu fólkaræðið hevur tað. Summi halda, at tað eru ov nógv fólk, kanska serliga ung, ið ikki brúka atkvøðurættin, tá ið val eru, og tey eru bangin fyri, at fólk gerast líkasæl, og tað er als ikki gott fyri fólkaræðið. Tey, ið ikki atkvøða, siga ofta, at tey tíma ikki at atkvøða, tí politikarar lova so nógv undan vali, men tey síggja ikki vallyftini framd í verki eftir valið, og so kann alt gera tað sama.
Nú tøknin er so framkomin, eru tey í londunum rundan um okkum farin at tosa um e-fólkaræði (elektroniskt demokrati). Á internetinum kunnu vit finna nógv tilfar um ymisk politisk mál, sum skulu til umrøðu; løgtingið og kommunustýrini leggja fundarskáir út, og longu nú er møguleiki at avgreiða viðurskifti við almennar stovnar við telduposti; tað ber eisini til at senda einum politikara teldupost, mótmælislistar kunnu gerast og undirskrivast á netinum, og harumframt er hesin mátin skjótur, bíligur, og tú kanst vera navnleysur.
Munnu vit í framtíðini fara at greiða atkvøðu heimanífrá?
Man teldutøknin minka um frástøðuna millum veljara og politikara?