Umboðandi fólkaræði
Her hava skúlanæmingar í Eysturskúlanum boðsent landstýrismanninum við skúla- og mentamálum, Bjørn Kalsø, tí tey vilja hava fría atgongd til orðabøkur á netinum.
Á flestu skúlum er eitt næmingaráð. Flokkarnir í skúlanum velja sítt umboð í næmingaráðið. Næmingaráðið er eitt gott dømi um umboðandi fólkaræði. Tað er lættari at hava við at gera, tá ið avgerðir skulu takast. Umboðið fyri flokkin tekur avgerðina fyri flokkin, sum tó verður spurdur til ráðs og síðani verður kunnaður um, hvør avgerð varð tikin.
Føroyar hava umboðandi fólkaræði. Á løgtings- ella kommunuvali velja vit umboð, sum skulu sita í løgtinginum ella í kommunustýrinum.
Fólkið eru landsins atkvøður. Politikararnir, sum fólkið ynskir skulu umboða seg, fáa atkvøðurnar og verða valdir í løgtingið ella í kommunustýrið.
Løgtingið smíðar lógirnar hjá landinum, og hesar lógirnar ávirka borgararnar. Eru borgararnir ónøgdir, so noyðast teir at velja nýggjar politikarar, tá ið aftur er val.
Hetta er grundarlagið undir fólkaræðinum.