Vælferðarsamfelagið
Myndirnar høgrumegin eru báðar úr sjónleikinum Havfrúgvin. Jóanes Nielsen skrivaði leikin og Eyðun Johannesen leikstjórnaði á Tjóðpallinum í 2016. Í sjónleikinum er fiskivinnan á okkara døgum karmur um vælferðarsamfelagið og teir persónar, vit møta. Høgni Heinesen tók myndirnar.
Í vælferðarsamfelagnum kunnu vit spyrja:
Skalt tú gjalda fyri at ganga í skúla?
Skalt tú gjalda fyri at læna bøkur á bókasavninum?
Skalt tú gjalda fyri tannrøktina hjá skúlatannlæknanum?
Skalt tú gjalda, um tú gerst sjúkur og noyðist at liggja á sjúkrahúsi?
Hugsar tú teg um ella spyr onkran, so finnur tú útav, at hetta eru tænastur tú fært, uttan at gjalda fyri tær. Men onkur skal gjalda......jú, tað almenna rindar fyri tænasturnar, er svarið.
Tá ið vit siga, at tað almenna rindar, so meina vit, at goldið verður fyri tænasturnar umvegis skattin. Einstaki persónurin rindar ikki beinleiðis fyri tænasturnar, men hevur møguleika at nýta hesar, tí hann gjøgnum skattin rindar fyri tær.
Hetta hevur ikki altíð verið soleiðis, og tað er ikki vist, at hetta fer at vera soleiðis í framtíðini. Men soleiðis er tað nú.
Skipanin er sermerkt fyri Norðurlond og verður nevnt “Norðurlendska vælferðarsamfelagið”.
Vit hava tað gott í Føroyum. Føroyar verða mettar at vera millum heimsins bestu lond at búgva í. Landið býður okkum vælferðartænastur. Vit fáa bíligan heilivág, ókeypis kommunulæknaskipan og gjalda ikki fyri at liggja á sjúkrahúsi, um vit gerast sjúk. Tú fært ókeypis skúlagongd í 10 ár, har tú heldur ikki skalt gjalda fyri bøkurnar, sum tú brúkar, og tú hevur eisini rætt til at sleppa í miðnámsskúla, og tá rindar landið tær stuðul fyri at ganga í skúla. Fólk, ið eru arbeiðsleys, sjúk ella pensjónistar fáa eisini peningaliga hjálp frá landinum.
Hetta eru alt ágóðar, sum vit taka sum eina sjálvfylgju. Í veruleikanum kostar hetta nógv. Landið skal gjalda fyri hesar tænastur við pengum, ið fólk, sum tjena pengar, gjalda sum skatt og avgjøld. Soleiðis gjalda vit øll til vælferðina. Tey ríku gjalda meiri, og tey, ið ikki hava so stóra inntøku, gjalda minni.
Í summum londum, ið hava fólkaræði sum stýrisskipan, og sum vit kenna væl, er tó ikki alt skipað sum hjá okkum. Í t.d. USA og Sveis gjalda fólk fyri heilsutænastur: Í hesum londum tekna tey sær heilsutryggingar, og tær kosta nokkso nógv. Í USA eru nógv fólk, ið tískil ikki hava heilsutrygging, tí tey hava ikki ráð. Men hevur tú onga heilsutrygging og býrt í USA, so hevur tú tó rætt til bráðfeingis hjálp, og eldri fólk, fátæk og treingjandi kunnu fáa hjálp frá tí almenna.
Í fátækum londum er vælferðin lítil og eingin. Skúlarnir eru vánaligir, vatnið er dálkað, kloakkviðurskiftini eru vánalig, og heilsutilboðini ikki góð, tí bæði sjúkrahús og læknar mangla. Stóra fátækradømið noyðir tískil í nógvum førum børn at arbeiða í staðin fyri at ganga í skúla.
Norðurlendska vælferðarsamfelagið riggar væl, men tað verður tó kjakast dúgliga um tað. Politikarar umrøða ofta, hvussu nógv landið eigur at gjalda fyri fólk. Onkur politikari vil hava privat sjúkrahús, privatar skúlar og aðrar privatar tænastur, og tað eru politikarar, ið halda, at hesar privatu tænasturnar hjálpa vælferðarsamfelagnum, tí so kunnu fólk velja t.d. eitt privatsjúkrahús heldur enn tað vanligu almennu tænastuna.
Teir politikarar, ið halda tað øvugta, siga, at privatu tænasturnar kunnu vera ein hóttan móti vælferðartænastunum, tí so verða tað tey, ið hava góð ráð, ið velja teir bestu skúlarnar og tær bestu heilsutænasturnar, og tað fer at gera munin millum rík og fátøk størri.
Eins og ovara myndin er henda niðara eisini úr sjónleikinum Havfrúgvin. Høvuðspersónurin er avlamin, men klárar seg, tí hann fær neyðuga hjálp.