
Einki fyllir so nógv
Leita vit á netinum og heimasíðuni hjá Kringvarpinum, so er neyvan nakað politiskt mál, sum í nýggjari tíð hevur fylt so nógv sum ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini.
Uppgávur:
1. Tosið við Hagstovuna og gerið eina meting av, hvussu nógv fólk, ætlaða broytingin í hjúnabandslógini kann hugsast at raka í dag.
2. Hvat slag av lóg er hjúnabandslógin?
3. Tá lógargreinin 266b var fyri í 2006, varð eisini nógv kjak, hóast lógargreinin ikki beinleiðs viðvíkti einum stórum parti av fólkinum. Hví man tað vera, at hesar báðar lógarbroytingarnar elva til so nógv og harðligt kjak, bæði á tingi og í almenna rúminum?