Skip to main content

Er pávin blivin popp?

Pávin vil viðurkenna samkynd

Fyrr hevur verið sagt, at katólskir prestar skuldu liva í sølibat, og at tey pør, sum liva ófgift, liva í synd, fyri ikki um at tala tey samkyndu. Nú eru nýggir tónar úr Vatikaninum, har pávin heldur til sum ovasti í katólsku kirkjuni.

Nýggi pávin hevur politiskar viðmerkingar, sum hoyrast aftur í miðlunum, og hevur eisini medvirkað í eini útgávu við dansitónleiki.

Í Føroyum er bispur, sum er liberalur, javnan at síggja og hoyra, og samkomuleiðarar eru, sum skriva bøkur um sex og samlív.

Uppgávur:

1. Hvørja uppgávu hevur ein kirkjuleiðari?

2. Kann ein kirkjuleiðari loyva sær hvat sum helst? Hvar er markið, og hvør skal seta tað?

3. Núverandi pávi hevur medvirkað í eini popp- og dansifløgu, sum er á Spotify. Kann hann tað?

4. Hvørja uppgávu hevur føroyski bispurin í almenna rúminum? Finn dømi, har hann hevur gjørt vart við seg í miðlunum í sambandi við broytingar í hjúnabandslógini.

5. Ein føroyskur pastorur hevur skrivað bókina At elska og liva, sum er eina metsølubók um seksualtitet. Kann hann tað? Finn bókina og ummæl hana.

6. Er tíðin, vit liva í, blivin sekuler, og hava vit gloymt Gud?