Hvat hendir í hinum londunum?
Hvønn dag hoyra vit tíðindi úr okkara grannalondum og øllum heiminum við. Í kjakinum um 266b í 2006 og um broytingarnar í hjúnabandslógini í 2016, hevur verið sagt, at vit skulu ikki lata okkum ávirka av londunum uttan um okkum. Eru vit undir trýsti, tá broytingar á somu økjum henda í okkara grannalondum?
Norska kirkjan fer at víga samkynd
Stevndur fyri at loyva donskum samkyndum at giftast
Kunnu víga samkynd í Grønlandi
Samkynd loyvi at giftast í Írlandi
Uppgávur:
1. Kom broytingar, sum henda í grannalondunum, altíð til okkara?
2. Vilja vit vera annarleiðis enn tey, sum liva í øðrum londum?
3. Leitið í miðlunum eftir sjónarmiðum, sum vísa á, at vit halda okkum vera annarleiðis enn tey, sum liva í okkara grannalondum.
4. Hvørji eru grundsjónarmiðini, sum tílíkar niðurstøður kunnu byggja á?