Tveir politikarar um hjúnabandslógina
Bill Justinussen og Sonja J. Jógvansdóttir eru bæði vald á Føroya løgting. Bill er í Miðflokkinum og Sonja er uttanflokka, men stillaði upp fyri Javnaðarflokkin tá løgtingsval var 1. september í 2015.
Bæði hava verið nógv frammi í samband við broytingar í hjúnabandslógini, so samkynd kunnu giftast borgarliga.
Snar hevur spurt tey bæði um, hví málið um broytingar í hjúnabandslógini er so umráðandi fyri tey sum politikarar.
Uppgávur:
1. Hvønn yvirskipaðan politiskan profil hava teir báðir flokkarnir, sum Bill og Sonja eru knýtt at?
2. Samanber sjónarmiðini hjá Bill og Sonju í málinum um broytingar í hjúnabandslógini. Eru frávik? Finnið lyklaorð og kjarnahugtøk, har tey eru grundleggjandi ósamd.
3. Hvørja mynd hevur Bill av skúlaungdómi?
4. Hvørja mynd hevur Sonja av skúlaungdómi?
5. Eru sjónarmiðini undirbygd, so vit kunnu eftirkanna tey?
6. Gevið teimum báðum, Bill og Sonju, eitt stutt aftursvar, sum tit taka upp við fartelefon og vísa í flokkinum. Annar bólkurin gevur Bill eitt aftursvar, og hin bólkurin gevur Sonju eitt aftursvar. Í hvønn mun tit eru samd ella ósamd við Bill og Sonju, gera tit sjálvi av. Umráðandi er bara, at aftursvarið er sannførandi og í innihaldi hongur skilvíst saman sum tala.