• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sanda táttur

 

Sanda táttur

 

CCF 204 B

Einki TSB-nr.

 

1 Dánial á Oyri, tann gamla mann,

átta seyðamenn minnist hann,

hevði hann fingið meir at etið,

tá hevði hann minst tað níggjunda setið.

 

Med vár lystig leikalund.

 

2 “Tá seti eg við mítt siktaða eyga,

verður mær einki annað at deyða,

tá seti eg við mínar gomlu tenn,

eg man minnast tann tíggjunda enn.

 

3 Eg minnist bøndur í hópatal,

Óla og Heindrik minnist eg væl,

eg minnist Lykkir, bróður Skalla,

hann kom eftir teir gomlu kallar.

 

4 Eg minnist Lykkir, bróður Skalla,

hann kom eftir teir gomlu kallar,

Mikkjal á Sondum og Fullbesettur,

Óla í Króki við skrúðurhettu.

 

5 Tað er Lykkir, bróðir Skalla,

hann kom eftir teir gomlu kallar,

tá kom hann, ið einki kendi,

tað var makin, frá bøgum vendi.

 

6 Tað er nýtt, ið sjáldan sker,

hjúnaskilja hon er hørð,

maður og pakkið í einum fari,

einkja situr á Sandagarði.”

 

7 Teiar kom tá síðst á lista,

hann tók ta bøgu, ið steggin misti,

steggin fleyg seg yvir um á,

Teiar eftir í ullini lá.

 

8 Teiar við sítt ronduta lær,

hann skuldi byggja ein rættargarð,

hann skuldi standa til verðsins enda,

har skuldi seyðurin aftur venda.

 

9 Barnið út á brúnna titar,

biður Sakaris ikki sita,

Sakaris leyp sum fyri seyð,

meinti, at ein kúgv var deyð.

 

10 “Sakaris, gakk og ikki sit,

í Sandahús er bit og slit,

har syftast dreingir, tað ekst við hørðum,

eg meini, teir sláa hvønn annan við kørðum!”

 

11 Sakaris tók teir báðar í favn:

“Høvdu tit verið norður í Havn,

so høvdu tit upp á træhestin farið,

sitið har við naknum læri.”

 

12 Møði søkti tann gamla kall,

soninum gav hann oksafall,

hárógvan upp í koyggjuna small:

“Drep mær ei sonin, tín arga træll!”

 

13 Tann yngri kemur úr koyggjuni fram,

strýkur av sær tann stóra skamm,

hyggur við eygum og gløir at leggjum,

“Maður eri eg mót Sandasteggjum.”

 

14 Jákup hoppar á hvørjum spori,

hann fekk langan fullan av gori,

Jákup við sín trevsuta vanga,

uttar til Gutta mundi hann ganga.

 

15 Hálvdan fram við mølini gongur,

høvdið niður í bringuna hongur:

“Stavin seti eg niður í sand,

fiksur kall pá hetta land.

 

16 Eg havi nógva myndigheit,

fiksur kall, sum hvør mann veit,

substitutt og ‘Jakna holk’,

kalsmann yvir tað slemma fólk.

 

17 Gerið nú av, sum eg tygum biði,

ella eg komi sjálvur triði,

Lodnahattur og Kimar á Kúsi,

teir skulu finnast í Sandahúsi.”

 

18 Klæmint við sín lodna hatt

báðum pørtum segði rætt,

Hálvdan froysir sum ein kattur,

Sakaris svaraði ikki aftur.

 

19 Nú er komið eitt annað ráð,

Hálvdan og Símun eru frá,

Ruragumpur og Eiriksvel,

svørjið ikki burtur tygara sjel!

 

20 Hálvt annað stykki fyri ein mann,

tað er ikki nógv, men hvat tað kann,

tálgarsúpan, illa bótað,

hon man ljóða við tungum nóta.

 

21 Hálvt triðja stykki fyri ein mann,

tað er ikki lítið, men hvat tað kann,

Sakaris við tín mjóva stert,

ein tunna velling er lítið bevert.

 

22 Tjúkkur er greytur í Rampa koppi,

tí blæsur vindur í barnsins kroppi,

barnið hevði upp sítt gruputa lær,

brestirnir hoyrdust niðan í garð.

 

23 Mikkjal og Sára tey eru par,

Jógvan og barnið tey eru sær,

Elsipu skulu vit býta staka,

hon skal av báðum pørtum taka.

 

24 Nú er komin tann illi granni,

alt ímóti tann eina manni,

nakað hevur hann móti teimum knógvað,

nú man hans fjørður fara og rógva.

 

25 Nú man takast av Dánials tonnum,

hann hevur gingið mót ellivu monnum,

ellivu monnum og eini møku,

hana kalla vit Elsipu støku.

 

26 Elsipu skulu vit býta staka,

hon skal av báðum pørtum taka,

hon skal fáa tjúkkan greyt,

fyri hon røktar Sandaneyt.

 

27 Nú er eftir um Brúðargeira,

faðir og son teir vóru fleiri,

vit skulu seta teir í torn,

knarva teir inn í krympan horn.

 

28 Vit skulu seta teir í jarn,

rætt sum fyri leysingabarn,

sita har pá vatn og breyð,

nætur átta og dagar sjey.

 

29 Kettan gráa, bollabreiða,

hon dró hann um tríggjar teigar,

hann tók so fast um kattins hala,

tá var hann ikki mentur at tala.

 

30 Hann tók so fast um kattins hala,

tá var hann ikki mentur at tala,

hevði hann fingið um hans kjós,

hevði hann sloknað sum eitt ljós.

 

31 Nú er sum í abba tíð,

tá ið Kolla var, tá vóru vit fríð,

Kolla hevði knavar, men eingi horn,

tá var bæði kjøt og korn.

 

32 Akslaskotið klikkir sum tjaldur,

hetta man vera táttaskjaldur,

sanka saman pík og hólk,

tað man vera eitt skaðiligt fólk.

 

33 Filpus hann man illa stama,

henda táttin setti hann saman,

úti á nesinum man hann búgva,

tað skal ungur og gamal trúgva.

 

Med, vár lystig leikalund.

 

CCF 204 B

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Úr savni Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn). Uppskriftin er úr vísubókini hjá Rasmusi Petersen av Sandi.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 356.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 123.

 

Heimild: Úr Sandoy. Rasmus Petersen, Rasmus í Koytu (1868-1943), Sandi.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019