Skip to main content

Ritstjóri til alis- og evnafrøði

31.10.2022

Nám sóknast eftir fólki at gera undirvísingartilfar til alis- og evnafrøði í hádeild fólkaskúlans.

 Gevið gætur! Freistin er farin, og starvið er sett 

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra frá 1. januar 2023 ella skjótast gjørligt. Talan er um tíðaravmarkað starv til 31. juli 2028, møguleiki er tó at fáa fast starv eftir hetta um fíggjarligu umstøðurnar loyva hesum.

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymsar tænastur, so sum útlán av skúlatilfari, ráðgeving, skeið, Snar, Office 365, og gevur út undirvísingartilfar. Útgávudeildin, sum ritstjórin er ein partur av, skrivar, týðir, tillagar og ritstjórnar undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið.

Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

 

Arbeiðsøkið fevnir m.a. um:

  • at finna og ritstjórna tilfar, fyrst og fremst til lærugreinina alis- og evnafrøði í fólkaskúlanum
  • at rættlesa og vegleiða rithøvund/týðara
  • at samskifta við onnur starvsfólk og skúlar um arbeiðið við útgávuni.

 

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:

  • útbúgving sum fólkaskúlalærari ella frá hægri lærustovni innan náttúruvísindi - helst alis- og evnafrøði
  • undirvísingarroyndir frá fólkaskúla ella miðnámi
  • góðan kunnleika um lærugreinina alis- og evnafrøði
  • góðan kunnleika um náttúruvísindi sum heild
  • góðan telduførleika
  • góðan málførleika – serliga í føroyskum, men eisini í norðurlendskum og enskum
  • góð samstarvsevni og góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv við bundum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakligar karmar.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigfríð Sólsker, útgávuleiðara í Námi, á tel. 555 171 ella við telduposti á sigfridur@nam.fo.

Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. novembur 2022 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

 

<dfsdaf

Onnur tíðindi

13.12.2024

Nám gevur út bókina “Úr gomlum ritum” við…

Les meira
03.12.2024

Týskvøldið varð avdúkað í Havnar Bio, at…

Les meira
30.11.2024

Leikurin Romeo og Julia, sum nú hevur tær seinastu…

Les meira
14.11.2024

Sum liður í arbeiðinum at menna fyribyrgjandi átøk…

Les meira