Shakespeare í Sýni & Dýpi 2
Í sBókini Sýni & Dýpi 2, sum er ætlað øðrum ári í miðnámi, er ein stórur partur, sum snýr seg um rák og tíðarskeið í mál- og bókmentasøguni. Tíðarskeiðini, sum verða viðgjørd í Sýni & Dýpi 2 eru miðøld, renessansa, barokkur, upplýsingarøld, romantikkur og tjóðskaparromantikkur.
Í partinum um renessansu er ikki nógv um føroysk viðurskifti, men nógv spennandi hendir úti í heimi, m.a. við Shakespeare í London.
Ástøðilig viðgerð av renessansuni er í Sýni 2 er her
Í Dýpi 2 eru ymiskir tekstir frá renessansuni, umframt ein nýggjur tekstur hjá Hanusi Kamban um The Globe.
Uppgávur og orðafrágreiðingar
Í Sýni 2 eru lítlar uppgávur ávegis í tekstunum, umframt at hvør partur endar við einari síðu við nógvum ymiskum uppgávum.
Tekstirnir í Dýpi 2 hava orðafrágreiðingar, og kunningartekstur og arbeiðsuppgávur eru gjørdar til hvønn tekst.
Førleikamál
Partarnir um renessansuna í “Rák og tíðarskeið” eru viðkomandi fyri hesi førleikamál í námsætlanini fyri føroyskt á A-stigi.
SKRIVAÐA MÁLIÐ
Næmingurin dugir:
- at brúka hóskiligt háttalag at greina, tulka og seta í frásjón ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg
- at vísa hollan kunnleika til føroyskar bókmentir og samband teirra við norðurlendskar og aðrar heimsbókmentir
- at fara í dýpdina við einum evni
- at skriva ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg
- at orða seg málsliga rætt og greitt í ymiskum málsligum stíllegum við fjølbroyttum orðatilfeingi
- at nýta yrkorð og hugtøk rætt
Renessansan fyri øll
sBókaheildin Sýni & Dýpi er ætlað føroyskum í miðnámi. Lærarar og næmingar keypa sær hald, men í hvørjum árgangi er ein partur opin fyri øll. Í Sýni & Dýpi 2 er tað Renessansan, sum er opin, og tí er ikki neyðugt við hvørki konto ella haldi til at fáa atgongd til hendan partin.