Smágentan við svávulpinnunum
Barnafilmur eftir kenda ævintýrið hjá H.C. Andersen um lítlu gentuna, sum ongan góðan átti. Hóskar væl til smærri børn og jólahugna í flokkinum.
Trýst á ein film niðast á síðuni fyri at fáa hann upp í rammuna.
Barnafilmur eftir kenda ævintýrið hjá H.C. Andersen um lítlu gentuna, sum ongan góðan átti. Hóskar væl til smærri børn og jólahugna í flokkinum.
Kollagu-filmur um klassiska ævintýrið “Reyðhetta”. Føroyskur tekstur og tala. Hóskar væl til smærri børn og til samrøður um ævintýr.
Byggir á “Eitt jólaævintýr” hjá Charles Dickens. Vit fylgja hinum súra Ebenezer Scrooge, sum hatar jól – inntil hann fær vitjan av jólaandum og broytist. Hóskar best til eldri næmingar og familju.
Fittligur jólafilmur um eina familju, har hundurin hvørvur, tá ið jólamaðurin kemur framvið. Spennandi og stuttlig søga til børn, sum elska dýr.
Jólamaðurin, álvar og kavamenn hittast og fortelja klassiskar jólasøgur. Ein dámligur, hugnaligur filmur, sum er góður at hava á skíggjanum, meðan tit pynta ella baka.
Familjan fer til ommu jólaaftan og hundurin verður eftir einsamallur heima. Tá tjóvar royna at taka pakkarnar undir trænum, má hundurin verja heimið – filmurin minnir um “Home Alone”, bara her er høvuðspersónurin ein hundur.
Ein óndur alvur tekur yvir Norðurpólin og vendir tíðini, soleiðis at hon fer at ganga aftureftir. Hetta ger at jólamaðurin verður yngri og yngri. Eitt lítið barn við einum gandastavi og ein ungur jólamaður mugu bjarga jólunum.
Tá ið børn kring allan heim gerast so frek og sjálvsøkin, at alvarnir fara í verkfall, so má jólamaðurin finna nýggj starvsfólk. Hann fer eftir nøkrum óskikkiligum ungdómum, og fær tey at arbeiða fyri seg. Har læra tey, hvat jólini veruliga eru um.
George familjan er ein vanlig familja við vanligum gerandisdegi. Tá ið pápin missir arbeiðið hjá sær, broytist alt, og tey fáa hjálp frá einum gomlum bónda, sum eigur eina plantasju við nógvum jólatrøum. Hjartanemandi søga um, at bestu gávurnar ikki altíð kunnu verða keyptar fyri pengar.
Eftir eina syrgiliga hending verður lívið hjá einum tannáringi ógviliga trupult. Familjufilmur um sorg, vinalag, vón og eitt lítit jólaundur.
Aftur til ítriv síðuna: