Útbreiðsla: Høvuðlítli hávur sæst sjáldan undir Føroyum, men er fingin út av Bankarygginum. Hann er annars í Norðsjónum, frá Hebridunum og suður til Guineaflógvan og Suðurafrika. Hann er á bankum og tindum úti í Atlantshavinum. Frá Gibraltar til Grikkalands. Í Vesturatlantshavinum er hann fingin frá George Banka í Meksikoflógvan. Er eisini í Kyrrahavinum og Indiahavinum.
Høvuðlítli hávur (brandhávaættin)
Dalatias licha (Bonnaterre, 1788)
Stødd: Høvuðlítli hávur verður í mesta lagi um 180 cm. Vanliga er hann 100-150 cm.
Dýpi: Hann er úr 90 m niður á 1800 m.
Litur: Høvuðlítli hávur er mest sum einlittur dimmbrúnur, kanska dimmgrábrúnur um allan kroppin. Hann er hvítur inni í kjaftinum og hevur ljósagráar, eyðsýndar granar.
Lýsing: Høvuðlítli hávur er mjávaksin. Tvørskurðurin er rundur. Hann hevur tvær smáar ryggfjaðrar, tann aftara er størri. Búkfjaðrarnar eru størri enn ryggfjaðrarnar. Fremri endi á aftaru ryggfjøðurini er mitt yvir búkfjaðrunum. Sterturin er rættiliga stórur. Høvdið er ógvuliga lítið eftir kroppinum og eftir øðrum hávasløgum. Hann hevur tjúkkar granar. Hann hevur stutta og avrundaða gron. Eygnaholan er eins long og gronin. Nasagluggarnir sita næstan fremst á gronini. Kjafturin er lítið bogin. Hann hevur andahol oman fyri og aftan fyri eyguni.
Eyðkenni: Høvuðlítli hávur hevur lítið høvd, smáar ryggfjaðrar og ikki pík framman fyri ryggfjaðrarnar. Hvíti kjafturin og andaholuni. Hann kennist frá hákelling m.a. á stuttu gronini, stóra stertinum, og at aftari endi á búkfjøðurfestinum situr mitt undir aftaru ryggfjøður.
Týdningur: Høvuðlítli hávur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Chocoladehaj, en: Dark Charlie – Kitefin shark, fr: Squale liche, ís: Skarðaháfur, no: Spansk håkjerring, tý: Schokoladenhai
SkrubbhávarSqualiformes
Hesin hópurin hevur 6 ættir, 24 slektir og 97 sløg.
Fiskar úr øllum 6 ættunum eru at fáa undir Føroyum, og tær hava her 10 slektir og 12 sløg:
- Hávaættin (Squalidae)
- Skrubbhávaættin (Centrophoridae)
- Ljóshávaættin (Etmopteridae)
- Svøvnhávaættin (Somniosidae)
- Hornhávaættin (Oxynotidae)
- Brandhávaættin (Dalatidae)
Skrubbhávarnir hava andahol og 5 táknarivur. Teir hava tvær ryggfjaðrar, summi sløg við píkum frammanfyri, onnur uttan. Teir hava ikki gotfjøður, og eingir kjalir eru á klingruni.
Teir liva um øll høv, bæði djúpt og grunt.