Útbreiðsla: Hornabrosma er undir Føroyum. Annars á Suður- og Vesturlandinum í Íslandi, við Bretsku Oyggjarnar, frá Norðurnoregi til Portugals. Sløðist innansyndis í Danmørk.
Hornabrosma (hornabrosmuættin)
Ciliata mustela (Linné, 1758)
Stødd: Hornabrosma verður upp í 45 cm long, vanliga um 25 cm.
Dýpi: Hon er inni í taranum niður á 20 m dýpi.
Litur: Hon er myrkabrún um bakið og um síðurnar, viðhvørt næstan svørt ella reydlig, tað valdast litirnar, sum eru, har ið hon heldur til. Undir búkinum er hon ljósari, grálig.
Teinar: R1 1; R2 47-55; G 40-44.
Lýsing: Hornabrosma er langvaksin og tjúkk, minnir í skapi um brosmu. Umframt finnuna á lippuni eru tvey pør av hornum á gronini, tey ovaru eru longri. Hon hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er heilt lág, tó ikki fremsti teinurin, sum er eins høgur og aftara ryggfjøður. Aftara ryggfjøður er long og javnari til hæddar. Hon er frá aftara enda á uggafjaðrunum aftur í klingruna. Uggafjaðrarnar eru stórar og avrundaðar. Búkfjaðrarnar eru smáar, men fremsti teinur er um tvær ferðir longri enn fjøðurin annars. Gotfjøðurin er frá gotinum aftur í klingruna, og sterturin er væl avrundaður. Hon hevur stutt høvd, og kjafturin røkkur aftur um eyguni. Strikan er ótýðilig og er ikki í einum. Fremra helvt bogin heilt uppyvir uggafjøðurina.
Eyðkenni: Tey fýra hornini á gronini og finnan. Hin lága, fremra ryggfjøðurin. Ongar skeggtraðrir við yvirkjaftin. Høvuðlongdin er um 19-23% av heildarlongdini.
Týdningur: Hornabrosma hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Femtrådet havkvabbe, en: Five bearded rockling, fr: Motelle à cinq barbillons, ís: Keilubróðir, no: Femtrådet tangbrosme, tý: Fünfbärtelige Seequabbe