Útbreiðsla: Brosma er vanlig undir Føroyum. Hon er annars við Svalbarð og Kolanesið, suður við Noregi, um alt Ísland, í Eysturgrønlandi og Útsynningsgrønlandi. Í Skagerrak, í norðara parti av Norðsjónum og við Írland. Hon er á bankum og tindum á víðum havi. Í vestara Atlantshavinum er hon frá Grand Bank til New Jersey.
Brosma (toskaættin)
Brosme brosme (Ascanius, 1772)
Stødd: Brosma verður upp í 120 cm long, vanlig longd er 40-90 cm.
Dýpi: Hon er botnfiskur. Hon er av grunnum vatni, um 20 m og niður á 1500 m ella meir.
Litur: Brosma er brúngrá um bakið, um síðurnar ofta ljósari við gulum farra. Aloftast hevur hon 5-6 ljósar tvørstrikur á síðunum. Um ryggfjøðurina, gotfjøðurina og stertin er svarthvít rond, sjálvur fjaðrajaðarin er hvítur.
Teinar: R 93-103; G 62-75.
Lýsing: Brosma er long og breið í kropsskapi. Tvørskurðurin er mest sum rundur. Hon hevur eina langa ryggfjøður, sum byrjar uppi yvir hálvari uggafjøðurini og kemur aftur til stertin. Brosma hevur eina gotfjøður frá miðjuni á fiskinum til fremst á stertinum, breiðar og rundligar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar. Sterturin er heldur lítil og er avrundaður. Strikan bogar oman fyri uggafjøðurina. Hon hevur lítið høvd, smá eygu, lítlan kjaft, smáar tenn og finnu.
Eyðkenni: Smedni fiskurin og litirnir á fjaðrarondunum. Eina ryggfjøður og eina gotfjøður.
Týdningur: Brosma er ein týðandi partur av veiðuni hjá fiskiskipum.
da: Brosme, en: Tusk, fr: Brosme, ís: Keila, no: Brosme, tý: Brosme