Flokkingarskipan
Dýraflokkurin fiskar verður býttur sundur í tríggjar yvirflokkar: Rundmunnar, bróskfiskar og beinfiskar.
Ichthyologi er læran um fiskarnar. Livandi verur verða av vísindini skipaðar í bólkar eftir tí Linnæisku taxonomiini, ið er ein hierarkisk inndeilingarskipan.
Um taxonomy verða onnur orð eisini brúkt, t.d. flokkingarskipan, klassifikatión, systematikkur og nomenklatur, ið øll meira ella minni snúgva seg um tað sama.
Hetta gongur út uppá at skipa ymsu dýrabólkarnar eftir, hvussu tey ymsu dýrini eru skyld hvørt við annað.
Til flokkingarskipanina av fiski verða vanliga brúktir 7 høvuðsbólkar og 11 yvir- og undirbólkar.
Flokkingarskipanin (Við stjørnu* er høvuðsskipanin):
Latín Føroyskt Enskt Danskt
Regnum* Ríki Kingdom Rige
Phylum* Fylki Phylum Række
Subphylum Undirfylki Subphylum Underrække
Superclassis Yvirflokkur Superclass Overklasse
Classis* Flokkur Class Klasse
Subclassis Undirflokkur Subclass Underklasse
Superordo Yvirhópur Superorder Overorden
Ordo* Hópur Order Orden
Subordo Undirhópur Suborder underorden
Superfamilia Yvirætt Superfamily Overfamilie
Familia* Ætt Family Familie
Subfamilia Undirætt Subfamily Underfamilie
Tribus Slektbólkur Tribe
Subtribus Undirslektbólkur Subtribe
Genus* Slekt Genus Slægt
Subgenus Undirslekt Subgenus Underslægt
Species* Slag Species Art
Subspecies Undirslag Subspecies Underart
Dømi um greining av toski, Gadus morhua
Latín Føroyskt Flokking
Regnum* Ríki Animalia (Dýr)
Phylum* Fylki Chordata (Ryggstreingjadýr)
Subphylum Undirfylki Vertebrata (Ryggdýr)
Superclassis Yvirflokkur Osteichthyes (Beinfiskar)
Classis* Flokkur Actinopterygii (Fiskur við teinafjaðrum)
Ordo* Hópur Gadiformes (Toskafiskar)
Familia* Ætt Gadidae (Toskaættin)
Genus* Slekt Gadus (Toskaslektin)
Species* Slag Gadus morhua (Toskur)